Eftir stóru keypini av Kaka og Ronaldo, sigur Real Madrid seg framvegis hava mót upp á meira. Ein spælari, sum er høgt í metum í Europa í løtuni, er fraklendingurin Franck Ribery, sum spælir fyri Bayern í Týsklandi. Men Real Madrid er úti við snørinum, og úr felagnum frættist, at tað eru pengar til at keypa stórt í Týsklandi eisini.