Real Madrid: Adios Sergio Ramos

Eftir 16 ár í felagnum, fer Real Madrid í dag at siga farvæl við 35 ára gamla miðverjan og liðskiparan í felagnum

Real Madrid fer í dag at hava ein tíðindafund, har tað verður sagt farvæl við eina legendu í felagnum. Sergio Ramos heldur ikki fram í Real Madrid, eftir 16 ár í felagnum.

 

Real Madrid keypti Sergio Ramos í 2005. Síðani er hann blivin ein ímynd av felagnum. Saman við Cristiano Ronaldo hevur hann verið stóra stjørnan í felagnum. Sáttmálin við Real Madrid gongur út í summar, og partarnir hava valt ikki at leingja samstarvið.

 

Miðverjin hevur vunnið 22 steyp í tíðini í Real Madrid. Hann hevur millum annað vunnið Champions League fýra ferðir og er blivin spanskur meistari fimm ferðir. Tað bleiv til 671 dystir og heili 101 mál.

 

Tað verður gitt, at Sergio Ramos kann enda í tveimum feløgum. Paris Saint Germain ella Manchester United.