Real Madrid hevur hetta vikuskiftið hálað tvey stig inn á Barcelona í oddinum í Spania.
Barcelona var í kvøld á vitjan hjá Sevilla, sum undan dystinum var at finna á 8. plássi. Sum vanligt er tá Barcelona spælir, so høvdu teir megipartin av spælinum, men teir fingu bara tað eina málið. Tað var Bojan, ið legði Barcelona á odda eftir ein hálvan tíma. Fyrrverandi Sevilla leikarin, Dani Alves, kom í góða støðu og trillaði bóltin upp á tvørs til Bojan, ið hevði lætt við at trilla bóltin í mál.
Seinni hálvleikur var bara fýra minuttir gamal, tá Jesús Navas javnaði fyri Sevilla. Hóast Barcelona var leikliga omaná, so hevði Sevilla eisini møguleikar at skora avgerandi málið. Fyri Barcelona rakti millum annað Lionel Messi stongina.
Real Madrid vann í gjár á Hercules á heimavølli. Karim Benzema skoraði bæði málini og tykist av álvara at hava funnið formin seinastu tveir mánaðirnir. Real Madrid er nú fimm stig aftanfyri Barcelona, sum liggur fremst í La Liga við 75 stigum.