Real Madrid heldur fram at vinna

Real Madrid vann í kvøld ein sannførandi 3-0 sigur á heimavølli móti Levante og stevnir nú beint móti spanska meistaraheitinum.

Tað var eingin slingur í valsinum, tá Real Madrid í kvøld vann 3-0 á heimavølli móti Levante.

Cristiano Ronaldo legði Real Madrid á odda longu eftir 11 minuttum. Hetta var hansara mál nummar 24 hetta kappingarárið í La Primera Division.

Real Madrid økti um munin stutt eftir hálvleik, tá vinstri bakkurin Marcelo skoraði eftir eitt væl spælt álop.

Real Madrid kom eisini á odda 3-0. Verjuleikarin hjá Levante, Nikos Karabelas, var so mikið óheppin at hann sendi bóltin í egið mál.

Sostatt er Real Madrid í góðum formi fyri tíðina. Tað sama kann ikki sigast um arvafíggindarnar úr Barcelona.

Barcelona tapti í gjár á útivølli móti Valladolid og er 4 stig aftanfyri Real Madrid. Serliga Neymar fær av grovfílini fra fleiri sponskum miðlum fyri dystin í gjár. Neymar var stóra keypið hjá Barcelona seinasta summar.

Real Madrid - Levante 3-0 (1-0)

1-0 Cristiano Ronaldo 11 min.

2-0 Marcelo 49 min.

3-0 Nikos Karabelas, sjálvmál 81 min.