Real Madrid í álvarsligum trupulleikum

Real Madrid hevur í kvøld brúkt ein spælara, sum hevur leikbann í sponsku steypakappingini

Innleiðandi umførini til sponsku steypakappingina, Copa del Rey, eru í vikuni. Stóra søgan í kvøld er, at Real Madrid hevur brúkt ein spælara, sum hevur leikbann í kappingini.

 

Talan er um Denis Cheryshev, sum farna kappingarár var útleigaður til Villareal. har fekk hann trý gul kort í steypakappingini, sum útloysir leikbann í ein dyst. Av tí, at Villareal ikki spældi í kappingini eftir triðja gula kortið, hevur hann leikbann til komandi dyst í steypakappingini.

 

Tíðindini fingu bein at ganga á, meðan dysturin móti Cadíz var í gongd. Denis Cheryshev legði Real Madrid á odda, og so fór internetið annars í sjálvsving. So nógv, at áskoðararnir fingu tíðindini við og byrjaðu at syngja og rópa eftir Real Madrid venjaranum, Rafael Bentiez, at hann heldur skuldi hyggja á Twitter.

 

Um tað var orsaka av tíðindunum skal verða ósagt, men Rafael Bentiez skifti Denis Cheryshev út í hálvleikinum, Real Madrid vann dystin 3-1.

 

Í fjør var Osasuna tveitt úr kappingini, tá teir av óvart brúktu Unai Garcia, sum hevði leikbann. AS og aðrir spanskir miðlar skriva, at tað er sannlíkt, at Real Madrid fær somu lagnu.