Real Madrid nýggjan spælara

Spanska stórfelagið hevur keypt ein nýggjan spælara um vikuskiftið. Lassana Diarra hevur gjørt vart við seg í enska felagnum Portsmouth, og fleiri stórfeløg hava sýnt 23 ára gamla fraklendinginum áhuga. Nú er so greitt, at Diarra í januar skiftir til Real Madrid at spæla. Tað sigst, at Real Madrid skal gjalda Portsmouth heilar 170 milliónir krónur fyri spælaran.