Real Madrid og Borussia Dortmund víðari í Champions League

Borussia Dortmund skoraði tvey mál í yvirtíðini og megnaði at vinna sær pláss í hálvfinlauni í Champions League saman við Real Madrid.

 

Leingi sá út til, at Borussia Dortmund var á veg út úr Champions League. Fyrri dysturin endaði við málleysum javnleiki í Malaga. Tá so Malaga eftir 25 minuttir legði seg á odda við máli sum Joaquín skoraði, skuldi Borussia Dortmund fram at skora tvey mál.

 

Robert Lewandowski javnaði stutt fyri hálvleik, men hóast fleiri góðar royndir, so megnaðu týsku vertirnir ikki at avgera dystin. Átta minuttir fyri tíð fór Malaga í mótálop og Eliseu kundi prika bóltin í málið. Tá sá av álvara svart út, umframt at sjónvarpsmyndirnar vísa, at málskjúttin var rangstaddur.

 

Ein minutt inn í yvirtíðina javnaði Marco Reus, men heimliðið skuldi hava eitt mál afturat at fyri at koma víðari. Og mín sann, um ikki Felipe Santana minuttin eftir kundi skumpa bóltin um málstrikuna eftir innlegg og bjarging á strikuni. Gleðin var sjálvandi at fáa eyga á, tá dómarin stutt seinni bríkslaði fyri seinastu ferð. Borussia Dortmund er í hálvfinaluni í Champions League fyri fyrstu ferð síðani 1998.

 

Eins og 2-1 málið hjá Malaga var rangstøða, so vísa sjónvarpsmyndirnar somueliðis, at Felipe Santana var rangstaddur, tá hann skoraði avgerandi málið.

 

Í Turkalandi tók Galatasaray móti Real Madrid, sum vann fyrra dystin 3-0. Cristiano Ronaldo legði Real Madrid á odda longu tíðliga í fyrra hálvleiki. So var uppgerðin líka sum avgjørd, men Galatasaray skoraði tríggjar ferðir í seinna hálvleiki, men var framvegis tvey mál frá at vinna seg víðari. Vertirnir stríddust, men í yvirtíðini staðfesti Cristiano Ronaldo, at Real Madrid verður í hálvfinaluni við enn einum máli.

 

Sostatt eru Real Madrid og Borussia Dortmund víðari til hálvfinalurnar í Champions League.

Champions League hálvfinalur:

Galatasaray(0) – (3)Real Madrid 3-2(0-1)

0-1 Cristiano Ronaldo, 8

1-1 Emmanuel Eboue, 57

1-2 Wesley Snejider, 71

1-3 Didier Drogba 72

2-3 Cristinao Ronaldo, 90+3

Real Madrid vinnur samanlagt 5-3

 

Borussia Dortmund(0) – (0)Malaga 3-2(1-1)

0-1 Joaquín, 25

1-1 Robert Lewandowaki, 40

1-2 Eliseu, 82

2-2 Marco Reus, 90+1

3-2 Felipe Santana, 90+2