Í morgin verður Champions League finalan í heimlandinum hjá Cristiano Ronaldo, Portugal. Finalan er millum Madrid liðini Real Madrid og Atletico Madrid.
Les eisini: Bale og Ronaldo klárir til finaluna
Stóri spurningurin hjá Real Madrid hevur verið skaða støðan hjá Cristiano Ronaldo. Hann hevur ikki spælt síðani 7. mei, men nú er líkt til, at hann verður við frá byrjan í annaðkvøld.
Les eisini: Fótbóltspanelið tippar Champions League finaluna
- Dagsins venjing var týdningarmikil. Eg haldi at tað gekk væl hjá Cristiano Ronaldo at venja. Hann er eitt týdningarmikið vápn hjá okkum og vit hava brúk fyri honum, staðfesti Carlo Ancelotti, venjari hjá Real Madrid, eftir venjingina í dag.
Real Madrid verður uttan miðvallarin Xabi Alonsom sum hevur leikbann. Eisini er ivasamt um Pepe og Karim Benzema verða tøkir til finaluna í annaðkvøld, teir hava smærri skaðar at dragast við. Teir hava ikki vant í vikuni.
Champions League finalan verður í Lisbon í Portugal í morgin klokkan 19.45.