Real Madrid vann seg í HM-finaluna fyri felagslið

Í finaluni møtir Real Madrid saudiska liðnum, Al-Hilal

HM-finalan fyri felagslið í ár verður millum Real Madrid og Al-Hilal úr Saudiarabia.

Ígjár vann Al-Hilal 3-2 á brasilska liðnum, Flamenco í hálvfinaluni.

Í kvøld vann Real Madrid stórsigur 4-1 á egyptiska liðnum, Al Ahly. Vinicius Junior, Federico Valverde, Rodrygo Goes og Sergio Arribas skoraðu málini hjá Real Madrid.

Finalan, ið verður leikt í Marokko byrjar leygarkvøldið klokkan 19.