Real Madrid-venjarin var væl nøgdur

Í gjár og í dag hevur KÍ havt sín árliga fótbóltsskúla. Høvuðsvenjari á fótbóltsskúlanum í ár var Guti, sum er ungdómsvenjari í spanska stórfelagnum Real Madrid. Áður hava venjarar úr eitt nú Everton, Liverpool og Brøndby verið høvuðsvenjarar á KÍ fótbóltsskúlanum.

 

Fyrri dagurin á KÍ fótbóltsskúlanum var gjøgnumførdur í røttum áarføri í gjár, og spælarar og venjarar vórðu gjøgnumbloyttir. Hóast hetta gekk tað væl at avgreiða venjingarnar, og spanski venjarin, sum var komin úr 39 hitastigum í Madrid, skilti als ikki, at børnini vóru so hugagóð at venja, hóast tað regnaði av grimd allan týsdagin.

 

Í dag hevur veðrið verið av tí besta, og lagið var minst líka gott á fótbóltsskúlanum í dag.

 

Sløk 100 børn hava vant á fótbóltsskúlanum, har eisini føroyskir venjarar sum Bill M. Jacobsen, Eyðun Klakstein, Sølvi Reinert Hansen, Jákup Mikkelsen og Trygvi Mortensen hava verið við.

 

Guti var væl nøgdur við fótbóltsskúlan, og rósti spælarunum fyri góð avrik báðar dagarnar.