Tað er bara eitt stig, ið skilur sponsku risarnir Barcelona og Real Madrid. Fyri viku síðani vann Barcelona ?El Clasico? uppgerðina ímóti júst Real Madrid í Madrid. Tá vildu fleiri vera við, at Barcelona næstan hevði tryggja sær spanska meistaraheiti, men hetta vikuskiftið minkaði munurin niður í eitt stig.
Real Madrid hevði í kvøld vitjan av Valencia. Dysturin endaði við einum 2-0 sigri til vertirnar. Gonzalo Higuaín legði Real á odda tá 25 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki økti Cristiano Ronaldo til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Í grannauppgerðini í Barcelona, ímillum Barcelona og Espanyol, kom einki mál. Barcelona fekk brasiliska høgrabakkin, Dani Alves, útvístan.
Barcelona hevur nú 84 stig á fyrsta plássi, meðan Real Madrid hevur 83 stig á øðrum plássi.