Real styrkti støðuna

Real Madrid hevði sunnukvøldið vitjan av Sevilla í bestu sponsku fótbóltsdeildini. Real Madrid vann dystin 3-1, og harvið styrkti liðið um sína støðuna í toppinum, nú endin á sponsku kappingini nærkast. Ein av hørðu kappingarneytunum hjá Real Madrid eru FC Barcelona, men teir snávaðu í sínum dysti leygarkvøldið. Real Madrid er nú seks stig frammanfyri næstfremsta liðið, sum er Villareal.