Fimm út av 31 luttakarum í einari amerikanskari realitysending hava tikið lívið av sær eftir teirra luttøku í sendingin. Serfrøðingar stúra fyri, at tað sama kann henda aðrastaðni.
Er tað etiskt í lagið at lata sálarliga sjúk fólk vísa fram sínar veikleikar og persónligar trupulleikar fyri opnum skíggja? Tað er ein spurningur, sum nú verður nógv umrøddur í miðlunum í USA. Orsøkin er, at fimm fólk nú hava tikið lívið av sær, eftir at tey hava verið við í einari reality sending, sum fylgir kendum fólkum til avvenjingar.
Sendingin eitur "Celebrity Rehab with Dr. Drew", og út av 31 fólkum hava fimm tikið lívið av sær við yvirdosis ella sjálvmorð. Seinast var tað songkvinnan Cindy McCready, sum varð funnin deyð í sínum heimi 17. februar, eftir at hon hevði skotið seg sjálva.
Eisini í Danmark verður tað kjakast um hetta evnið nú, tí ein líknandi sending tekur í hesum døgum skap í Danmark.
Hóast serfrøðingar í Danmark eisini tala ímóti at lata sálarliga sjúk vera við í slíkari sending, so er Tv2 redaktørurin, Jes Schrøder ikki samdir í hesum.
Hann sigur við danskar miðlar, at sendingin verður gjørd í tøttum samstarvið við serfrøðingar, soleiðis at einki óvæntað hendir.
Les meira um hetta kjakið á síðuni hjá Kristeligt Dagblad her: