Rebekka er 14 ár. Hon venur dagliga við Havnar Fimleikafelag og er á føroyska landsliðnum. Venjingartímarnir eru millum 18-20 tímar um vikuna. Eisini er hon, saman við Astrið Breckmann, sum eisini venur við Havnar Fimleikafelag, partur av danska fimleikafelagnum KG66, har tær venja nakrar dagar hvønn mánað.
1. desember var úttøka til danska landsliðið í amboðsfimleiki. Úttøkan var í hølunum hjá fimleikafelagnum KG66 í Kastrup. 140 dugnaligar gentur í aldrinum 7-29 ár møttu til úttøkuna. Fimleikararnir blivu býttir upp í bólkar og gjøgnumgingið síðani eina roynd, sum vardi áleið 3 tímar. Rebekka rakk einum framúr góðum 14. plássi.
Í samband við úttøkuna verður eisini hugt at venjingarhugburði og tal av venjingartímum, umframt kappingarúrslitum leypandi gjøgnum árið og menningini hjá fimleikaranum sum heild. Venjararnir hjá danska landsliðnum eru Bernadett Balazs og Milan Udvaracz úr Ungarn.
Eru kappingar har Føroyar og Danmark luttaka, so kappast Rebekka framhaldandi við føroyska landsliðnum. Úttøkan til danska landsliðið inniber enn fleiri menningarmøguleikar. Rebekka skal m.a. luttaka á 4 venjingarlegum í Danmark í 2018. Hon kemur soleiðis at fylgja skránni hjá danska landsliðnum, sum er skipað av GymDanmark. Eitt spennandi ár hjá ein ungum føroyskum fimleikara, sum samstundis prógvar, at eisini innan amboðsfimleik kunnu føroyskar gentur gera seg galdandi á høgum støði.
MYND: Myndin er tikn í Høllini á Nabb í Havn til kappingini NEC november 2017.
Rebekka bleiv tá nr. 19 av 40 íðkarum. Besta úrslit nakar kvinnuligur amboðsfimleikari hevur fingið til eina altjóða kapping.
Venjarar til kappingina vóru Barbara Eiriksfoss og Lív Bech Árting. Høvuðsvenjarin, Anna Margit Dalsgaard Thomsen, var dómari til kappingina.