Rebekka er føroyameistari

Tað vóru nógvar sterkar kvinnur møttar upp, tá FM í 10 km landavegsrenning og finalan í Betri Vetrarkappingini bleiv runnin í Runavík leygarmorgunin. At nógv stóð uppá spæl skiltist á øllum brøgdum.

 

Rebekka Fuglø mundi vera størsti favoritturin at vinna FM-heitið, men svenska Sarah Vallin var ein møgulig hóttan. Nakrar av okkara fremstu rennarum hava ikki verið so drúgvar í Vetrarkappingini, men nú FM eisini var á skránni, sóust fleiri sterkir rennarar á startstrikuni, eitt nú Rigmor N. Arge og Duruta R. á Lofti.

 

Rebekka legði harðast fyri, og fylgdi eina løtu við teimum næstfremstu monnunum. Hetta gav henni tíðliga eina góða leiðslu. Sarah Vallin lá beinanvegin á øðrum plássi, meðan Duruta R. á Lofti, Beinta Hoydal Joensen og Oddvør Josephsen togaðust um triðja plássið við Rigmor N. Arge stutt aftanfyri.

 

Byrjannin hjá Rebekku hevur verið nakað hørð, tí móti endanum tók svenska Sarah Vallin at nærkast. Hon kom heilt nær og at enda vóru bert 13 sekund millum tær. Í kappingini um triðja plássið stóð Duruta stinnast og vann trygt bronsuna, meðan unga Oddvør Josephsen dragnaði aftur á sjeynda pláss og Beinta mátti lata Rigmor fram um.