Rebekka tryggjaði StÍF javnleik í seinasta sekundinum

Tað endaði við javnleiki millum VB og StÍF suðuri í Vági í dag

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini seinnapartin í dag. 

 

VB tók ímóti StÍF í Vágshøll. Dysturin endaði við javnleiki 18-18.

 

VB var omaná stóran part av dystinum. Í steðginum var VB á odda 11-8, og tá sjey minuttir vóru eftir var VB á odda 18-14.

 

Men so steðgaði upp við málskjótingini hjá VB. Tá tveir minuttir vóru eftir var støðan 18-17 til VB, og beint undan dystarloki javnaði Rebekka Justinussen til endaliga úrslitið 18-18.

 

H71 og Kyndil eru fremst við seks stigum. Stjørnan og VÍF hava fýra stig. VB hevur trý stig, Neistin hevur tvey stig, og StÍF hevur eitt stig. EB er aftast við ongum stigi.

 

HER síggjast málskjúttarnir í dystinum VB-StÍF 18-18 (11-8) - hsf.fo :

 

##med2##