Red Bull ætlaði sær West Ham

Premier League: Red Bull leitar eftir felagi í Onglandi

Bretskir miðlar skriva, at Red Bull roynir at keypa enska West Ham, sum spælir í Premier League. Tíðindini eru sonn, men gomul, sigur annar av eigarunum í felagnum.

 

- Eg vil gjarna undirstrika, at tíðindini um, at Red Bull ætlar at keypa okkum eru seks mánaðir gomul. Vit – eigarnir av felagnum – hava ongan hug at selja felagið, um talan ikki er um kongin av Saudiarabia, sum kann føra felagið til nýggjar hæddir, ið vit ikki klára, sigur David Sullivan við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Red Bull, sum millum annað eigur eysturríska Red Bull Salzburg og týska RB Leipzig, bjóðaði áleið 5,7 milliardir krónur fyri felagið. Tað ljóðar, at Red Bull vil sleppa í Premier League og at Leeds skal verða eitt boð í løtuni.

 

Millum annað RB Leipzig, sum Red Bull hevur ført til toppin í Bundesliguna, hevur ringt orð á sær. Fólk halda ikki, at tað er í fótbóltsandanum, at feløg skifta navn til stórar fyritøkur. Her skal tó sigast at RB í Leipzig stendur fyri ”Rasen Ballsport”, tí týska fótbóltslógin loyvir ikki kommersiellum fótbóltsnøvnum.