Fyri løtu síðan lendi flogfarið hjá Atlantic Airways við Red Nex í Vágum, svenski bólkurin spælir 2 konsertir í Føroyum í kvøld, vit prátaðu við limirnar í bilinum á veg til Havnar. - Flogtúrurin var sera góður, og kanska serliga gott var, at vit fingu alla baggaguna við okkum. Tað er nokkso sjáldsamt, tá man flýgur úr Svøríki umvegis Kastrup. Men vit høvdu nøkur háprioritets klistrimerkir, ið vit settu á øll okkara ting, og tað eydnaðist eftir øllum at døma, sigur Jens úr bólkinum.
Fyrsta inntrykkið av Føroyum er sera gott.
- Her er ótrúliga vakurt, sum tey svensku fjøllini 10 faldað, eitt sindur sum í Lord Of The Rings, greiðir Jens frá. Hann sigur, at tey eru glað um henda møguleikan, tí Føroyar er júst eitt av hesum støðunum, ið man ikki hevði vitjað, um talan ikki var um eina konsert.
Bólkurin spælir í kvøld tvær konsertir, tann fyrra verður í Fuglafirði í Mentanarhúsinum og tann seinna í REX í Havn. Men er tað ikki strævið at skula spæla tvey støð sama kvøld?
- Jú tað er strævið, og tað er eisini langt síðani, at vit gjørdu hetta síðst. Men konsertirnar eru ikki so langar, so tað hjálpir eitt sindur. Tíanverri skulu vit aftur til Svøríki í morgin. Vit skulu spæla í sjónvarpinum har sunnukvøldið, og høvdu vit spælt í Føroyum í annað kvøld, kundu vit ikki verið í Svøríki fyrr enn kl. 20 sunnukvøldið. So kundu vit ikki luttikið í sendingini, ið hevur uml. 2 milliónir áskoðarar. Luttøkan er frálík marknaðarføring fyri okkara nýggju stakfløgu. Men tá tað samstundis var áhugi fyri at fáa okkum at spæla tvey støð í Føroyum kundi tað ikki verið annarleiðis, greiðir Jens frá.