Týska RB Leipzig er víðari til hálvfinaluna í Champions League við 2-1 sigri á Atletico Madrid. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn tveir minuttir fyri vanliga leiktíð. Hetta er fyrstu ferð, at RB Leipzig er komið so langt í kappingini.
Atletico Madrid var annars favorittur undan uppgeðini. Spanska høvðusstaðarliðið hevur tvær ferður seinnu árini verið í finaluni, og hetta er fimtu ferð í sjey ár, at Diego Simeone og hansara men eru í fjórðingsfinaluni. Hinvegin hevur RB Leipzig ongantíð roynt at spæla í endaspælinum í Champions og hevur selt stóru stjørnuna, Timo Werner, til Chelsea.
Tað kom einki mál í fyrra hálvleiki, men fimm minuttir inn í seinna hálvleiki stútaði David Olmo bóltin í málið eftir gott uppspæl í høgru. Diego Simeone skifti ú tog sendi unga stjørnuskotið, Joao Felix, á vøllin. Hann gjørdi um seg fleiri ferðir og tjúgu minuttir fyri tíð bleiv hann feldur í brotsteiginum. 20 ára gamli portugisin umsetti sjálvur úr ellivu metrum til 1-1.
Nú gjørdi 33 ára gamli Julian Nagelsmann, venjari hjá RB Leipzig, eisini útskiftingar og ein av teimum var Tyler Adams. Hann takkaði fyri álitið og skoraði sítt fyrsta mál fyri RB Leipzig tveir minuttir fyri tíð, og sendi týska felagið víðari til hálvfinaluna, har mótstøðan verður Paris Saint Germain.
##med##
Tað er eigarin av Redbull, ið eigur RB Leipzig. Hann eigur eisini Redbull Salzburg úr Eysturríki, men í Týsklandi slapp hann ikki at broyta navnið til heitið á orkudrykkinum. Tí eitur felagið RasenBallsport Leipzig, men verður stytt RB Leipzig, so tú skal hugsa um orkudrykkin. Í dag riggaði Redbull so.
RB Leipzig - Atletico Madrid 2-1 (0-0)
1-0 David Olmo, 50
1-1 Joao Felix, 71 br
2-1 Tyler Adams, 88
Fjórðingsfinalur: August 12-15 (Lisbon)
Atalanta – PSG 1-2 (1-0)
1-0 Mario Pasalic, 27
1-1 Marquinhos, 90
1-2 Eric Maxim Choupo-Moting, 90+2
RB Leipzig - Atletico Madrid 2-1 (0-0)
2-0 David Olmo, 50
2-1 Joao Felix, 71 br
2-1 Tyler Adams, 88
FC Barcelona – Bayern Munchen
Manchester City – Lyon
Hálvfinalur: August 18-19 (Lisbon)
Manchester City/Lyon - Barcelona/Bayern Munich
RB Leipzig/Atletico Madrid – Paris Saint-Germain