Tónleikur
Svenska songkvinnan gjørdist í vikuni somikið sjúk av streptokokkum, at bólkurin hóskvøldið ringdi til føroysku fyrireikararnar og við boðum um, at Mary Joe meldaði avboð.
- Vit fingu tríggjar møguleikar at velja ímillum. Vit kundu avlýsa, at tey komu og spældu play-back ella, at hinir limirnir komu og sungu live. Hetta bar væl til, tí Mary Joe einans spælir ein stóran leiklut í tí eina kenda lagnum, Wish You Were Here, sigur Rúni Djurhuus frá byin.fo.
Rúni greiðir frá, at teir vóru greiðir yvir, at tað ikki bar til at bjóða føroyingum play-back, so tí var loysnin við hinum limunum vald, hetta fyri ikki at avlýsa tiltøkini.
- Vit høvdu fingið í lag, at ein góð føroysk songkvinnan skuldi vera við sum avloysari á Wish You Were Here, og inntil um 19 tíðina fríggjakvøldið var hetta ætlanin. Men tá avgjørdi Mary Joe, at hon ikki vildi hava, at nøkur onnur songkvinna luttók í hennara stað, greiður Rúni Djurhuus frá.
Men átti fólk ikki at fingið boðini, tá byin.fo visti um hetta longu hósdagin?
Rúni viðgongur, at tað tey kundu havt kunnað um hetta, men at av tí, at tey arbeiddu við eini aðrari loysn, var trupult at vita, hvat tey skuldu kunna um. Hann sigur tó, , at tað ikki ber til at broyta tað, ið er gjørt ella ikki gjørt. Men vísir á, at tey flestu hugnaðu sær alíkavæl.
- Onkur vildi hava peningin aftur, og onkri fingu tað, sigur Rúni Djurhuus.