Regattan er byrjað

Í kvøld er Føroya Regatta 2011 byrjað í Klaksvík. Í morgin liggur leiðin til Runavíkar, har móttøka verður fyri skipunum.

Í kvøld savnaðust træseglskipini, sum skulu verða við í Føroya Regatta 2011, í Klaksvík. Har var móttøka fyri skipum og og fólki. Jógvan Skorheim, virkandi borgarstjóri í Klaksvík, helt røðu, og í kvøld er bryggjudansur.

Klokkan 10 í morgin fara skipini av Klaksvík og siglt verður til Runavíkar. Siglt verður eisini inn á Gøtuvík, Lambavík, Rituvík og Æðuvík, áðrenn skipafylgi stevnir inn á Skálafjørðin.

Klokkan 18.00 verður móttøka á havnalagnum í Runavík, har Magnus Rasmussen, borgarstjóri, heldur røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Kári Sverrisson syngur og spælir eisini, og eftir tað hugleiðir Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, um tær maritimu Føroyar. Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari, verður orðstýrari.

Seinni verður ”syngið við” og ”opið skip”, og øll eru vælkomin umborð á sluppirnar. Kvøldið endar við bryggjudansi millum klokkan 23.00 og 01.00.