Regin Dahl heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins

- Heiðursgávan er 150.000 krónur. Hon verður latin á hvørjum ári fyri lívsverk ella listarligt avrik á høgum listarligum støði.

Landsstýrismaðurin í mentanarmálum, Signar á Brúnni, hevur avrátt, at Mentanarvirðisløn verður latin á fyrsta sinni í ár. Virðislønin er 150.000 krónur. Landsstýrismaðurin letur Mentanarvirðisløn landsins eftir tilmæli frá nevnd umboðandi føroysk listafólk. Nevndin hevur fimm limir, og teir fýra limirnir verða tilnevndir av LISA, ið umboðar allar felagsskapir hjá føroyskum listafólkum. Tann fimti limurin, ið verður tilnevndur av landsstýrismanninum í mentanarmálum, er formaður. Nevndarlimirnir eru Malan Marnersdóttir, Malan Johannessen, Kári Sverrisson, Bárður Jákupsson og Jeanette Blåsvær, ið er formaður.

Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn landsins skal virðislønarevnið hava skapað listarligt lívsverk á høgum listarligum støði ella hava skapað eitt ella fleiri listarlig avrik, ið gera, at viðkomandi má haldast at hava uppiborð ein heiður sum Mentanarvirðisløn landsins.

Nevndin hevur mælt landsstýrismanninum í mentanarmálum til, at Mentanarvirðisløn landsins fyri 1998 verður latin Regini Dahl, yrkjara og tónaskaldi. Landsstýrismaðurin hevur tann 5. november 1998 staðfest tilmælið hjá nevndini, og verður Regin Dahl sostatt tann fyrsti listamaðurin, ið verður heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins.

Grundgevingin hjá nevndini fyri at lata Regini Dahl Mentanarvirðisløn landsins er henda: Í sínum yrkingum gevur Regin Dahl ljóð fyri menniskjans grundkorum og 20. aldar vandamálum. Lukku og feigd, kæti og angist. Kærleika, mentanarsyndran, umhvørvisoyðing. Við djúpari religiøsari kenslu vísir hann á eind í tí syndraða og hædd í tí ófullkomna. Úr útlegdini tekur hann sítt heimland at sær og setir saman aftur virði, sum hava grundleggjandi týdning fyri allar føroyingar úti sum heima. Hansara skaldskapur er føroyskur og europeiskur, málsliga nýskapandi, ørindisliga frígjørdur. Ørgrynnin av løgum eftir Regini ber dám av klassiskari dygd og miðaldar stásiligum einfeldi. Hansara list er eindømi, hvat dygd, dýpd og flogi viðvíkur. Hon er ein hornasteindur í nútíðar føroyskum samleika og list.

Fíggjarliga støðið undir virðislønini er partur av játtanini á fíggjarløgtingslógini fyri 1998, ið eitur heiðursgávur til mentafólk. Trettan skøld og listafólk verða heiðrað av játtanini. Tað, sum eftir er av játtanini, fer til at heiðra virknum mentafólkum, sum ríka føroyska mentan.

Mentanarvirðisløn landsins verður handað Regini Dahl á almennum hátíðarhaldi, sum Rithøvundafelag Føroya skipar fyri á Føroya Læraraskúla sunnudagin 8. november kl. 16.00.