Jákup Mørk
Tað var ikki hissini mótstøða, sum Regin Vágadal hevði fingið sær, tá triðja kappingin um Atælantsrisan stóð á skránni.
Tveir fyrrverandi vinnarar av kappingini um at gerast heimsins sterkasti, vóru millum luttakararnar, og allir átta høvdu roynt seg í finaluni í somu kapping.
Góðar greinar
Tað var sum so eingin loyna, at nógvar av kappingargreinunum hóskaðu sera væl til Regin, og tí kom tað ikki heilt óvart á, at okkara risi vann kappingina.
Tað var tó galdandi fyri fleiri av hinum luttakarunum, at teir eisini vóru sterkir í somu greinum, sum Regin, og eitt nú tykist Magnus Samuelsson at hava júst somu favoritt greinar, sum Regin.
Sostatt var hetta við vali av kappingargreinum sjálvsagt ein góð fortreyt hjá Regini, men hinvegin kann hetta á ongan hátt borga fyri einum samlaðum sigri.
Tað, sum kanska var mest merkisvert við kappingini, var, at veruliga avgerin fall í kappingin, Dead Lift Hold. Hetta er vanliga ikki ein av allarbestu greinunum hjá Regini, men hann megnaði tó at vinna sær eitt annað pláss í hesi, og við júst hesum sigri, gloppaði hann eitt avgerandi hol niður til Janne Virtanen.
Tað var annars júst í eini líknandi íðkan, at Regin meiddi sær økslina, tá kappast varð í Suðurafrika herfyri, so tað er gleðiligt at staðfesta, at økslin hesu ferð helt til trýstið.
Væleydnað tiltak
Sum heild er einki at ivast í, at talan varð um eitt væl eydnað tiltak.
Heilt fitt av áskoðarum vóru komnir til tiltakið, og ivaleyst mundi hetta eisini vera ein partur av frágreiðingini um, at Regin kundi kýta seg so nógv, sum hann gjørdi. Undan kappingini legði Regin eisini dent á, at hetta við heimavøllinum ofta hevði við sær, at tey seinastu 10 prosentini vórðu løgd í royndirnar.
Umframt sjálvar risarnar, sum jú vóru teir, ið fólk fyrst og fremst komu at hyggja eftir, var eisini annað undirhald á skránni. Fallskýggjaútlop varð fyri fyrstu ferð framt í Føroyum, og fyri mongu áskoðararnar var hugtakandi at síggja, hvussu útleypararnir kastaðu seg út í himmalin, fyri síðani við sera stórum neyvleika stýrdu seg niður á Skansan.
Sostatt varð talan samanlagt um eitt sera væleydnað tiltak, serliga sæð við føroyskum eygum.
Atlantic Giant 200
Úrslit
Truck Towing, 9 tons
1 Tórfi Ólafsson 28,35 sek 8
2 Regin Vágadal 30,88 sek
3 Magnus Samuelsen 31,04 sek
4 Janne Virtanen 31,39 sek
5 René Minkwitz 32,42 sek
6 Hubert Dorer 34,20 sek
7 Lazló Fekete 35,49 sek
8 Rob Dixon 35,52 sek
Húsafell Stone, 190 kg
1 Magnus Samuelsson 16,88 sek
2 Janne Virtanen 17,58 sek
3 Regin Vágadal 18,20 sek
4 René Minkwitz 19,36 sek
5 Tórfi Ólafsson 20,58 sek
6 Lazló Fekete 27,11 sek
7 Rob Dixon 29,28 sek
8 Hubert Doreer Fullførdi ikki
Dead Lift, 5 lyftingar
1 René Minkwitz 400 kg
2 Tórfi Ólafsson 380 kg
2 Hubert Dorer 380 kg
4 Rob Dixon 360 kg
5 Regin Vágadal 360 kg
6 Janne Virtanen 360 kg
7 Magnus Samuelsson 340 kg
8 Lazló Fekete 300 kg
Mill Walk, 400 kg
1 Regin Vágadal 785°
2 Magnus Samuelsson 720°
3 Janne Virtanen 460°
4 René Minkwitz 135°
5 Lazló Fekete 72°
6 Rob Dixon 37,5°
7 Tórfi Ólafsson 20°
8 Hubert Dorer Fullførdi ikki
Loading Event, 100-180 kg
1 Janne Virtanen 5=44,67 sek
2 Magnus Samuelsson 4=26,54 sek
3 Regin Vágadal 4=27,29 sek
4 Lazló Fekete 4=38,94 sek
5 Rob Dixon 4=48,30 sek
6 René Minkwitz 4=56,81 sek
7 Tórfi Ólafsson 3=21,39 sek
8 Hubert Dorer 2=eingin tíð
Wheel Flip, 300 kg
1 René Minkwitz 28,54 sek
2 Regin Vágadal 32,32 sek
3 Janne Virtanen 34,50 sek
4 Magnus Samuelsson 37,27 sek
5 Lazló Fekete 45,65 sek
6 Rob Dixon 46,56 sek
7 Tórfi Ólafsson 51,52 sek
8 Hubert Dorer 61,30 sek
Dead Lift Hold, 500 kg
1 Tórfi Ólafsson 63,35 sek
2 Regin Vágadal 59,38 sek
3 Janne Virtanen 53,37 sek
4 Magnus Samuelsson 53,02 sek
5 René Minkwitz 51,12 sek
6 Rob Dixon 49,53 sek
7 Lazló Fekete 41,35 sek
8 Hubert Dorer 40,16 sek
Loading Event, 6 X 100 kg
1 Janne Virtanen 33,78 sek
2 Magnus Samuelsson 33,84 sek
3 Regin Vágadal 34,70 sek
4 René Minkwitz 37,31 sek
5 Hubert Dorer 39,67 sek
6 Rob Dixon 41,00 sek
7 Tórfi Ólafsson 45,53 sek
8 Lazló Fekete 47,33 sek
Samlaða støðan
1 Regin Vágadal 51 stig
2 Janne Virtanen 49 stig
3 Magnus Samuelsson 47 stig
4 René Minkwitz 42 stig
5 Tórfi Ólafsson 34,5 stig
6 Rob Dixon 24 stig
7 Lazló Fekete 22 stig
8 Hubert Dorer 18,5 stig