Regin skeyt best

Triðja og seinasta um­far av Jógvan Weihe Grand Prix kapp­ing­ini í Trap varð skot­ið á breytini hjá Byrsumúla í Sand­vík­um leygardagin

Kappingin hevur verið skipað sum tríggj­ar sjálvstøðugar kapp­ingar, har skotið var eftir 75 dúgvum hvønn dag­in. Vinnarin er tann, sum hev­ur fingið flestar dúgvur til­sam­ans allar dagarnar.
Tilsamans 17 skjúttar tóku lut í kappingini, harav fýra teirra luttóku í øllum trimum kapp­ingunum. Onkrir nýggir skjútt­ar hava eisini verið við í hes­um kappingunum.
Undan seinasta kapp­ing­ar­deg­num var serliga spenn­ing­ur um, hvørjir skuldu enda nr. 1, 2 og 3.
Veteranarnir Esmar Andr­e­a­sen og Regin Enghamar úr Byrsu­múla lógu rættiliga javn­ir - Esmar hevði 95 dúgv­ur og Regin 91, meðan Ragn­ar við Streym úr Sunda Byrsu­felag lá á 3. plássi við 88 dúgv­um. Kappingin var so­statt púra opin undan triðja deg­num.
Longu í fyrsta umfarinum sein­asta dagin megnaði Regin at koma ájavnt við Esmar, og spenn­ingurin helt sær líka til kapp­ing­in var liðug.
 Endaliga úrslitið í topp­i­num gjørdist:
1. Regin Enghamar, Byrs­u­múli 142 dúgvur
2. Esmar Andreasen, Byrs­u­múli 140 dúgvur
3. Ragnar við Streym, Sunda Byrsufelag 134 dúgv­ur
4. Dorian Petersen, Byrsu­múli
Vinnarin fekk eitt ferð­a­steyp og eitt steyp til ognar um­framt ein vinning frá Jógv­an Weihe.
Kapp­ingin verður aftur kom­andi ár.