Regina Baltica hevur ikki elvt til høvuðbrýggj

Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri, sigur, at tey hava ikki havt teir heilt stóru trupulleikarnar, nú siglingin hjá Reginu Baltica hevur verið óreglulig. – Men sjálvandi er tað keðiligt, um fiskur kemur at standa, sigur hann

SUÐUROYARLEIÐIN

Hóast óreglusemi hevur verið á farleiðini um Suðuroyarfjørð, síðan Smyril fór í dokk, og avloysarin Regina Baltica ikki hevur megnað at hildið ferðaætlanina, hevur hetta kortini ikki elvt til teir stóru vinnuligu trupulleikarnar hjá framleiðsluvirkjum í Suðuroy.
Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri, sigur, at virkini í oynni í størstan mun keypa ráfiskin frá skipum og bátum, sum landa í Suðuroy, og tí hevur óreglusemi, sum verið hevur, higartil ikki havt so stóra ávirkan á virksemi.
- Sjálvandi hevði tað verið best og tryggast, um veður og vindur ikki ávirkaði farleiðina so skjótt, tí tað vildi verið óheppið, um fiskur kom at standa, sum ikki fekst um fjørðin, sigur hann.

Hava keypt
Stjórin vísir á, at nakað av fiski verður keypt á uppboðssølu, sum síðan kemur suður í trailarum.
- Vit keyptu soleiðis fisk mikudagin og fingu hann suður við Reginu Baltica, og vit keyptu eisini fisk í gjár, sum vit skuldu fáa suður í gjárkvøldið, sigur hann.
Magnus Jespersen ásannar, at sjálvandi kann tað koma at fáa sína ávirkan, um hann øtlar veðrið aftur, soleiðis at eingin sigling verður um Suðuroyarfjørð, tá brúk annars er fyri, at túrarnir verða sigldir.