Regn í dag og næstu dagarnar

Góða veðrið, sum vit hava vant okkum seinastu vikurnar, er farið. Í dag regnar, og tað eisini í morgin eisini

Kanska veðrið verður heldur frægari mikudagin, tá sólglottar aftur síggjast í forsøgnini hjá Veðurstovu Føroya, sum annars sigur soleiðis í forsøgnini fyri dagin í dag:

 

»Mánadagur 26. mai 2025 – Morgunveðrið

 

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin, skrivað kl. 05:29 UTC.

 

Strúkur í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s, í støðum sunnanfyri upp í storm, 23 m/s, í støðum norðanfyri bert frískur vindur, minni enn 10 m/s. Samdrigið, mjørki í støðum, regn og stundum nógv regn. Sum frá líður í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind vestan, sunnanfyri eitt skifti av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, sunnanfyri hvassur vindur, 15 m/s. Hitin 6 til 9 stig.«