Regn komandi vikuna

Danska veðurstovan DMI boðar frá regni komandi vikuna og nærri vikuskiftinum fellur hitin niður móti frostmarkinum aftur.

Eitt hátrýst yvir Føroyum viknar og sum vikuskiftið líður dýpist eitt lágtrýst í ein útsynningi úr Føroyum. Mánadagin kemur regn yvir oyggjarnar úr suðri og mikudagin kemur eitt djúpt lágtrýst inn yvir oyggjarnar úr landsynningi, við regni og vindi.

 

Sunnudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi úr eystri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum øtlar til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið.  Skýggjað og regn av og á, og um náttina meiri regn úr suðri. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Mánadagin verður fyrst eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr eystri og landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið, men seinni makar hann vindin niður í eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Um kvøldið makar hann vindin enn meiri, niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á, og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Út á dagin øtlar hann vindin upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og møguliga regn í støðum. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið, og meiri varandi regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 metrar um sekundið, eina løtu upp í hvassan vind, 20 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ein stóran part av degnum. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Hósdagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassa vind av landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið, men út á dagin makar hann vindin og snarar í ein norðan. Skýggjað og regn, seinni ælaveður. Hitin millum tvey og seks stig, um náttina niður móti frostmarkinum.

 

Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av norði og útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður, og hitin millum frostmarkið og fimm hitastig.