Brúgvaløg við regni nærkast Føroyum av suðri og útsynningi komandi dagarnar, sigur veðurstovan DMI.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av eystanættum, men um kvøldið makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og hann snarar í ein landsynning og sunnan. Um náttina makar hann vindin aftur niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av útsynningi og vestri. Nú seinnapartin fer at slíta í og í kvøld og í nátt verður yvirhøvur trut og samdrigið. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 14 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s, sum út á náttina frískar upp í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta trut og sólglottar, um náttina fyri tað mesta skýggjað. Hitin millum 12 og 15 stig, um náttina um 10 stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, og seinni snarar í ein útsynning. Fyri tað mesta skýggjað og regn í støðum, men um kvøldið yvirhøvur turt og skýggjað. Hitin millum 9 og 14 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum eitt bil øtlar í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað, men um kvøldið og náttina regn av útsynningi. Hitin millum 10 og 13 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 14 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og sum frá líður okkurt hendinga æl. Hitin millum 9 og 13 stig.
Veðurforsøgnin hjá norsku veðurstovuni Yr er eitt vet frægari. Hon er at síggja her.