Regnklødd á summarfestival

Fólk koma so líðandi inn á festivaløki.

Summarfestivalurin er byrjaður, og fólk í regnklæðum koma so líðandi inn á øki. Tað regnar ikki so illa, sum væntað varð at byrja við, men tó er støðugt vátt í veðrinum.

Silvalandið lat upp um fýra tíðina, og matbásarnir eru eisini farnir at verða klárir at taka móti gestunum. Onkrir gestir hava enntá hættað sær í heitu pottarnar, sum eru settir upp millum Norðoya Sparikassa og tjaldingarøki.


Tónleikaskráin tekur ikki við fyrr enn um 20 tíðina í kvøld, tá ið bólkurin Vincent trínur á pall.

Teir eru millum nýggju bólkarnar á føroyska tónleikapallinum, og tóku lut á tónleikakappingini Sement fyrr í ár, og eru nú til reiðar at spæla á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð.