Umhvørvi
Árni Joensen:
[email protected]
Vanliga regnar tað einar 2.000 mm um árið miðskeiðis í Amazonas-økinum. Men í ár hevur tað verið turt tað mesta av tíðini, og veðurmenninir vænta ikki regn fyrr enn eina ferð seinni í hesum mánaðinum. Men tá byrjar tann árliga regntíðin eisini.
Tað hevur havt stórar avleiðingar fyri alt Amazonas-økið, at tað hevur regnað so lítið. Fleiri áir, sum plaga at renna í Amazonas, eru tornaðar upp, og í sjálvari Amazonas er so lítið vatn, at tað eru 40 ár, síðani áin var so lítil.
Veðurfrøðingar og umhvørvisfelagsskapir eru ósamdir um orsøkina. Summi geva tí veksandi hitanum á Jørðini skyldina og vísa á, at regnið hevur flutt seg norðureftir, tí í ár hevur tað regnað sjáldsama illa í Miðamerika og Karibiska Havinum, meðan tað hevur nógv minni regn í Brasil og Kolombia enn vanligt. Summi, teirra millum Greenpeace, halda, at skógarvinnan í Brasil eigur ein part av skyldini.
Teir flestu veðurfrøðingarnir halda ikki, at tað er nakað óvanligt við veðurlagnum í Amazonas-økinum í ár. Teir siga, at tað hevur altíð verið skiftandi við regninum har, og at hetta er als ikki fyrstu ferð, at viðurskiftini hava verið sum nú.
Men tað hevur stórar avleiðingar fyri fólkið har, at so lítið vatn er í Amazonas-ánni. Eitt nú plagar stórbýurin Manaus at fáa alla olju eftir ánni, men tað ber ikki til nú, og teir, sum liva av fiskiskapi, fáa ikki loyst, skrivar Reuter.