Reiðarafelagið hevur kastað frá sær

Nú valdar total frustratión í stríðunum millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini um nýggja sáttmála. Reiðarafelagið hevur kastað frá sær og ásannar, at reiðaríini nú kunnu gera egnar sáttmálar við manningarfeløgini hvør í sínum lag. Í gjár gjørdi Norðborg nýggjan sáttmála við manningarfeløgini. Av teirri orsøk kalla Reiðarafelagið limunum til fundar í gjár at viðgera støðuna. Á fundinum fingu reiðarar høvi til at siga sína hugsan. Teir, sum í fyrsta umfari høvdu orðið, bakkaðu nevndina upp í hennara arbeiði í samband við sáttmálasamráðingarnar.

- Fundurin tók tó eina avgerandi vend, tá umboð fyri reiðaríið hjá Norðborg boðaði hinum reiðarunum frá, at teir høvdu gjørt undirhondsavtalu við manningarfeløgini um nýggjan sáttmála fyri Norðborg. Hetta kom nevndini og fundinum dátt við, tí hetta er ikki í tráð við tann leist, ið lagt hevur verið upp til í verandi støðu, skrivar Reiðarafelagið á heimasíðu síni.

Reiðarafelagið sigur, at við hesi avtalu hava reiðaríið hjá Norðborg og manningarfeløgini frátikið nevndini í reiðarafelagnum samráðingarrættin. Hetta ger, at nevndin í reiðarafelagnum er komin til ta niðurstøðu, at hennara uppgáva at samráðast vegna limirnar er endað, og at manningarfeløgini heldur ynskja at samráðast við hvørt reiðarí einsæris.

- Henda nýggja støðan ger, at nevndin í Reiðarafelagnum fer at kalla inn til eykaaðalfundar við stytstu freist, har framtíðarstøða reiðarafelagsins verður til viðgerðar. So leingi sum henda støða er galdandi, frásigur nevndin í reiðarafelagnum sær uppgávuna at samráðast við manningarfeløgini vegna limirnar, sigur Reiðarafelagið.

Hetta merkir, at tað nú stendur limunum frítt at gera sum frægast.

- Tað harmar nevndina í reiðarafelagnum, at manningarfeløgini nú ynskja at samráðast við hvørt reiðarí sær, men sjálvsagt fara vit at virða hesa nýggju støðu, sigur Reiðarafelagið.