Samráðingar
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, kennir tað ikki sum eitt niðurlag, at tey átta limafeløgini í reiðarafelagnum nú skulu samráðast hvørt sær um lønarspurningin við Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
- Nei, tað geri eg ikki. Vit hava tosað nokso leingi um hetta, og tað er fyri so vítt nevndin, sum eigur uppskotið.
Jákup vísir á, at tað verður reiðarafelagið, sum fer at koordinera samráðingarnar, sum hann tekur til.
- Men eg vænti, at tað verða umboðini fyri hvørt einstakt felag, sum sjálvi fara at sita við samráðingarborðið, tá ið samráðingarnar verða tiknar uppaftur.
Sum formaður í Føroya Reiðarafelag sigur hann seg ganga út frá, at verandi sáttmálar verða grundarlagið undir teimum samráðingum, sum nú standa fyri framman.
- Tað vóru ikki felagsrelgurnar, sum eru galdandi fyri fiskimenn, ið skiltu partarnar. Tí vænti eg ikki, at hetta verður tann stóri trupulleikin at loysa, sigur hann.
Vantandi forstáilsi
Jákup sigur, at orsøkin til, at nevndin í reiðarafelagnum heldur hesa leiðina ? kanska ? vera gongda, er, at tað tykist so ógvuliga torført at vinna undir land við øllum feløgunum undir einum.
- Umstøðurnar eru so ymiskar, og tí skal forstáilsi til, um lønarsáttmáli skal kunna gerast við øll feløgini undir einum.
Formaðurin í reiðarafelagnum dylur ikki, at hansara áskoðan er, at Føroya Skipara-og Navigatørfelag ikki hevur víst neyðuga forstáilsi í hesum samráðingunum.
- Vit meta tí, at hetta er einasti máti at loysa ósemjuna millum feløgini ? um hon loysist yvirhøvur. Hetta er ein nýggj leið, vit hava valt at ganga, tá ið ræður um lønarspurningin, og eg vóni, at hon førir á mál, leggur hann aftrat.
Spurdur, hví feløgini nú skulu samráðast hvørt sær, tá ið tað onnur ár hevur eydnast at vunnið undir land við ølllum feløgunum undir einum, sigur Jákup:
- Ja, tað er nú einaferð soleiðis, at einki stendur í stað, og soleiðis sum støðan er vorðin, vilja vit vita, um hetta er ein máti at loysa knútarnar millum feløgini.
Ísfiskaflotin
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag sigur, at tá ið verkfall er, verða ísfiskaskipini altíð rakt beinanvegin, meðan eitt nú langfaraflotin og pelagisku skipini í fleiri førum kunnu sigla, sum um einki var hent, tí tey antin eru so langt burtur ? ella tí, at tey kunnu landa veiðina aðrastaðni.
Vit spurdu eisini Jákup Sólstein, hvussu tað gekst at fáa Føroya Skipara-og Navigatørfelag at ganga við til nýggju leiðina og at leingja verandi sáttmála fram til 1. apríl í ár.
- Vit skutu upp at leingja verandi sáttmála fram til 1. mars, men eftir uppskoti frá FSN samdust partarnir saman við semingsstovninum um at leingja sáttmálan fram til 1. apríl, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag.