Reiðarar ósmæðin krøv

Í morgin heldur Føroya Skipara-og Navigatørfelag aðalfund, og formaðurin leggur dent á, at tað er ógvuliga umráðandi, at limir møta á fundi. Aðalfundurin hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag verður settur í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 11.

Formaður felagsins, Eyðstein Djurhuus, sigur, at hann ógvuliga fegin vildi sæð, at fundurin verður væl møttur.

- Um felagið framhaldandi skal veita limum sínum eina nóg góða tænastu, er neyðugt at hoyra, hvørji sjónarmiðini hjá limunum eru, sigur hann.

Eyðstein Djurhuus vísir á, at samráðingar í løtuni eru við reiðararnar um nýggjan fiskiskipasáttmála, og gongdin í løtuni bendir ikki á nakra skjóta semju.

- Nøkur av krøvunum hjá reiðarunum eru ósmæðin, heldur hann.

Formaðurin vísir á, at reiðararnir eitt nú krevja, at oljan skal verða ein loyvd felagsútreiðsla í øllum sáttmálum.

- Eisini eru onnur víðfevnd krøv sett fram, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, sum eisini fer at leggja fram ársfrágreiðing fyri sínar limir á aðalfundinum í morgin.