Kristian Martin Petersen, reiðari, hevur funnist at mannagongdini í samband við útluting av loyvum hjá línuskipum, ið geva atgongd til fiskiskap eftir botnfiski í eysturgrønlandi.
- Eysturoyingur hevur eisini fingið loyvi at fara til Grønlands, hóast tað veiðiloyvi eisini er á einum uppsjóvarskipi í løtuni. Í hesum føri er tað er tó ikki samanfall ímillum, nær uppsjóvarskipið fiskar svartkjaft, og tá Eysturoyingur kann fara til Grønlands, tí hansara tíðarskeið byrjar ikki fyrr enn 24. august. Tí er tann støðan ein onnur viðvíkjandi sjálvum veiðuloyvinum, sigur Kristian Martin Petersen.
Hann sigur víðari, at hann heldur tað verða óheppið, at skip, sum ikki eru í vinnu, fáa lut í nýggju kvotunum, sum Føroyar samráða seg til, tí tað eru línuskipini í veruligari vinnu, sum hava brúk fyri betri grundarlagi undir rakstrinum.
- Eg kann bara staðfesta, at tann parturin av felagskvotuni, sum var settur av tí Helena var í tíðarskeiði eitt, er fiskaður av øðrum, og landaður eisini. Eg haldi tað verða serstakliga óheppið, at eitt skip uttan veiðuloyvi, skal gerast partur av fiskiskapinum í Grønlandi, sigur Kristian Martin Petersen. Um so var, at Helena hevði eitt veiðuloyvi, so var onki í vegin, sambært galdandi lóg, at hon eisini fekk sín lut, hóast tað valla var ætlanin við eysturgrønlandskvotuni.
Vildi tú so mett, at ein brúksskylda skuldi verið partur av skipanini?
- Eg eri samdur í, at ein brúksskylda skal liggja á einum loyvi, men tað eigur at bera til at hava eitt loyvi við hondina í longri tíðarskeið enn eitt ella tvey ár, tí serstakar umstøður kunnu gera, at eitt skip verður lagt vegna vánaligan rakstur. T.d. vita vit, at tað hevur verið trupult at manna øll línuskipini tey seinastu árini. Tá eigur ein reiðari at hava tað frælsið, at hann kann leggja eitt skip og reka t.d. tvey onnur í sama reiðaríi, meðan støða verður tikin til skipið, sum liggur. Og skuldi tað víst seg, at fiskiskapurin batnar, ella nýggjar kvotur standa skipunum í boði, so eigur tað at bera til at seta skipið inn aftur í vinnuligan fiskiskap, t.d. innanfyri 4-5 ár. Men samstundis haldi eg, at t.d. 10 ár við bryggju er ivaleysa langt tíðarskeið, tí tá byrjar tað at líkjast einum sokallaðum skuffuloyvi, sum burdi fallið úr skipanini, sigur Kristian Martin Petersen.