- Mynstringarbannið hjá Fiskimannafelagnum móti Arctic Voyager byggir á eina tulking av avtaluni um skipið.
Tað sigur reiðarin, Ludvík við Stein, við KvF. Hann vísir á, at um sakførararnir hjá pørtunum gera ta niðurstøðu, at Fiskimannafelagið tulkar rætt, er reiðaríið til reiðar at fylgja niðurstøðuni.
Við In.fo í morgun segði formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, at talan er um sáttmálabrot, og at reiðaríið generelt hevur havt ilt við at hildið seg til avtalur.
Ludvík við Stein sigur við KvF, at í avtaluni við Fiskimannafelagið stendur, at limir felagsins fáa 5.500 krónur um dagin at býta millum sín.
- Men so stendur eisini, sigur reiðarin við KvF, at hevur Fiskimannafelagið gjørt slíka avtalu við annað reiðarí um færri krónur at býta, fáa teir á Arctic Voyager ta upphæddina.
Reiðaríið sigur seg hava sæð eina avtalu, sum Fiskimannafelagið gjørdi, áðrenn avtalan um Arctic Voyager varð gjørd.
- Tí hava vit goldið 2.500 krónur at býta, sigur Ludvík við Stein, sum vísir á, at sakførararnir hjá báðum pørtum hava tosað saman og skulu gera eina niðurstøðu.
Reiðarin sigur, at um niðurstøðan verður, at tulkingin hjá Fiskimannafelagnum er hin rætta, fer reiðaríið at fylgja henni.