Reiðarar tikið eina milliard úr vinnuni

– Tað passar ikki, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður sigur, at »pengarnir arbeiða í vinnuni«.

 

– Tað passar ikki, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður sigur, at »pengarnir arbeiða í vinnuni«.

 

Tað sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur, sum hevur greinað roknskapir í fiskivinnuni.

 

Við Sosialin í dag sigur hann, at útsøgnin hjá Jacob Vestergaard er beinleiðis skeiv. Seinastu 10 árni hava reiðarar tikið 1,03 milliardir krónur úr fiskivinnuni. Hann hevur eisini roknað seg fram til, at sannlíkt er, at nakrir fáir persónar fara at taka 2,2 milliardir bara úr uppsjóvavinnuni komandi fýra árini.

 

TRÝST HER og TRÝST HER fyri at síggja Sosialin.

 

 

e-blaðið hjá Sosialinum kann keypast her