Reiðarí leigar til Klaksvíkar kommunu

Christian í Grótinum keypti fyri tíð síðan bygningin hjá BankNordik í Klaksvík, sum nú verður karmur um ymiskar tænastur.

Felagið Christian í Grótinum keypti fyri tíð síðan bygningin hjá BankNordik í Klaksvík, sum stendur á Fornagørðum. Síðan hevur Klaksvíkar kommuna gjørt leiguavtalu við felagið við tí fyri eyga at tryggja virksemið hjá fleiri stovnunum innivist í Klaksvík.

 

- Stovnarnir, sum talan er um, eru Sernám, Barnaverndartænastan og Námsfrøðiliga Ráðgevingin og eru hesir nú fluttir inn á ovastu hædd í bygninginum, sum hevur fingið navnið: Húsið á Fornagørðum.

 

Klaksvíkar kommuna veit at siga, at BankNordik kemur at halda fram í miðhæddini í eina tíð enn, meðan hølini á veghæddini í løtuni verða innrættaði til smábarnaheilsufrøðingarnar hjá Gigna í Norðoyggjum. Eftir ætlan verða hesi hølini liðug í juni mánað í ár.

 

Lagt verður aftrat, at seinni fer eisini Heilsutrygd at flyta inn í bygningin, og fara tá Heilsutrygd, Barnaverndin, NR, Sernám og Gigni at halda til undir somu lon.

 

- Hølini eru sera snotilig. Umboðini fyri Christian í Grótinum og hjálparfólk teirra fingu við hátiðarløtuna eisini rós frá borgarstjóranum og formanninum í trivnaðarnevndini, veit Klaksvíkar kommuna at siga.

 

Tað er Klaksvíkar kommuna, sum eigur viðheftu mynd.