Rein luft er sunn fornuft

Tubbaksroykur, dust, og ring inniluft er ein stórur trupulleiki, sum hevur við sær høvuðpínu, kvalma, og fólk hava ringt við at savna seg, sigur Karl Christiansen, sum umboðar OptimAir luftreinsiskipanir í Føroyum

Rein luft er sunn fornuft, sigur Karl Christiansen, umboðsmaður fyri OptimAir Føroyar. Hóast luftdálking fær tey flestu okkara at hugsa um skorsteinar, útstoyt á bilum, osandi verksmiðjur o.l., so eru trupulleikarnir av luftdálkingini innandura ofta verri enn teir, vit uppliva úti og í náttúruni, hetta kemst partvís av, at húsini sum verða bygd nú eru sera tøtt.

Vón er fyri framman hjá teimum sum hava trupulleikar við ringari inniluft, sigur Karl Christiansen.

Ein luftreinsari er ikki ein ventilatión, men eitt tól sum reinsar luftina optimalt, hetta verður gjørt við serligari tøkni, stutt sagt einum elektriskum filtri íð fangar alt dustið, og einum kolfiltri sum millum annað tekur royk og lukt.

Luftreinsarin verður settur til eina vanliga stikkkontakt og skrúvaður upp á
veggin við tveimum skrúvum, tað er alt. Teir kosta millum 12-16.000 krónur. Hetta er lítið í mun til, hvat t.d. ein ventilatión kostar.

Karl Christiansen sigur, at ein OptimAir luftreinsari er lættur, líka ljóðleysur sum ein telda, og brúkar tað sama av streymi sum ein vanlig pera, og er so gott sum útreiðsluneutralur eftir keyp.

Luftreinsarin reinsar luftina fyri dust og bitlar frá teldum, og har sum t.d. roykt verður. Skipanin er væl egnað bæði á skrivstovum, stovnum, heima við hús, hjá astma / allergikarum, og umborð á skipum.

Ein OptimAir luftreinsari er settur upp á bilstøðini Auto í Havn við sera góðum royndum, serliga í bíðirúminum har tað verður roykt.
Karl heldur hetta verða sera spennandi at fáast við, tí tað gongur ikki bert út uppá at sleingja okkurt í høvdið á fólki, og so fangar borði, nei her snýr tað seg um vælnøgdar kundar, ella gongur tað snøgt sagt ikki, hann heldur skemtandi fram, at hann selur reina luft, betri heilsu, og færri sjúkradagar, tað skuldi sagt eitt sindur.

Optim Air er eitt danskt produkt, og royndir frá nógvum donskum fyritøkum sum hava hesar skipanir, vísa, at í flestu førum blíva tey starvsfólk, sum hava heilsutrupulleikar av ringari inniluft, heilt frísk og trívast betri á arbeiðsplássinum.

Sum nakað forkunnugt í Føroyum, ber til at royna luftreinsarin í einar 10 dagar ókeypis og óbindandi.

Karl Christiansen hittist á tel. 505555 ella 311870. Áhugaði kunnu eisini fara inn á heimasíðuna: www.luftrenser.dk.


Myndatekstur: