Jógvan Páll Lassen, verji hjá Sea Shepherd umboðunum í Føroyum, er ikki blíður, tá tosa verður um myndirnar, sum Sea Shepherdumboðini tóku av grindadrápinum á sandinum á Sandi leygardagin.
- Hetta er rein plágan, segði hann í rættinum. Jógvan Páll Lassen er óngøgdur við, at mismunur verður gjørdur á umboðum frá Sea Shepherd og øðrum, sum vóru á sandinum.
Hald er lagd á myndirnar, tí at tær eru "billeder af strafbar handling."
- Hví hevur løgreglan ikki lagd hald á myndirnar hjá øllum hinum, sum vóru á sandinum leygardagin, spyr Jógvan Páll Lassen.
Jógvan Páll Lassen sigur, at hetta er enn eitt dømi um, at rættarskipanin revsar útlendingar sum heild, og Sea Shepherd umboð serliga, harðari enn føroyingar.