Vit komu at kenna Reinhold betur ta síðstu tíðina, hann var í Danmark. Hann plagdi at koyra til eitt røktarheim, har systir hansara lá. Arne plagdi onkuntíð at fara við honum, og tá ið Reinhold flutti heim til Føroyar, plagdu vit at vitja systur hansara, sum eisini varð tikin alt ov tíðliga burtur.
Tað fyrsta, Reinhold segði, fyrstu ferð hann kom á gátt hjá okkum í Greve, vóru orðini, sum standa í
Sálma 32,8: “Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.” Sálmur eftir kong Dávid, mannin eftir Guds hjarta.
Reinhold var sera evnaligur, ein góð gáva, sum hann kundi nýta gott av, eisini í dagliga yrki hansara. Ikki var neyðugt hjá Reinholdi at fara undir hægri útbúgving, tí eingin lærustovnur kann læra ein, tað sum er viðføtt.
Nú á døgum er ikki nóg mikið at vera væl lærdur maður, nei, nú er orðið “Master” – Master grade, vunnið meira og meira inn í teir hægru lærustovnarnar.
Sum arbeiðstakari í Danmark sat Reinhold millum væl lærdar menn, sum undraðust, at Reinhold ikki hevði eina hægri útbúgving.
Tann sami Gud, sum valdi hirðadrongin Dávid til kong í Ísrael, var lærumeistarin sum Reinhold setti sítt álit á.
Reinhold hevði sum fáur, andaligan vísdóm. Okkum dámdi væl at lurta eftir honum.Tá ið vit lurtaðu eftir Reinholdi, komu orðini: “at sita við føtur Gamiels”, okkum í huga.
Í Apostlasøguni 5. kapitul, ørindi 34:stendur, hvør hesin Gamaliel var: “Men tá reistist í ráðnum Fariseari, ið æt Gamaliel, lóglærari, sum var nógv umhildin av øllum fólkinum..” Paulus sigur í verjurøðu síni í Apostlasøguni 22. kapitul, 3. ørindi: har hann sigur fólkinum, hvør hann er:
Eg eri jødi, føddur í Tarsus, í Kilikia, men uppvaksin á hesum staði, upplærdur vit føtur Gamaliels.
Reinhold harafturímóti var ikki lóglærari, nei, hann hevði møtt frælsi Kristusar. Galatiabrævið 5. kapitul, 1. ørindi: “Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok”.
Tað er hetta eftirmæli, vit fegin vilja seta yvir kæra vin okkara Reinhold.
Góða Anna, tað frøddi meg at síggja, hvussu birg tú ert, og eg má ásanna, at enn einaferð komu orðini, ið standa í Orðtøkunum 31 mær í huga: í ørindi 10: “ Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd...” Tað var eisini gott at hoyra, at tit halda fram við tí virki, sum Reinhold setti á stovn.
Góði Jón og góða Charlotta, sum tit halda fram á lívsleið tykkara, so kunnu vit ikki geva tykkum nakað betur, enn tað, sum pápi tykkara hevði sum mál á lívsleið síni, og tað er aftur:
Sálmur 32,8: “Eg skal læra teg og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð, við at hyggja á teg”
Tað kundi - nýta vit menniskjaligan málistokk - sæð út, sum at í Salem er stólurin tómur,og røddin tagnað, men aftur her er troyst og lív at finna í Guðs orði: Sálmur 68,6: Faðir faðirleysra og verji einkanna er Gud í heilaga bústaði Sínum.
Má Guds signing og Guds friður hvíla yvir tykkum góða Anna, Jón og Charlotta og yvir tykkara kæru børnum og ætt tykkara, og yvir øllum tykkum, sum sita við sakni eftir Reinhold.
Greve á summarmáladegi 2010
Ása og Arne Hansen