Reinkarnatión, andaligt hugflog og Ovartaci

     

Øssur Johannesen
?????????????????
Ein tann mest sermerkti listamaðurin í danskari list var Louis Marcussen, vanliga nevndur Ovartaci. Ovartaci doyði í 1985, 91 ára gamal og búði 56 ár á psykiatriska sjúkrahúsinum í Aarhus, sum í dag hevur stóra Ovartaci samling. Ovartaci er rættuliga kendur listamaður, og framsýndi hann m.a. í Lousiana í 1979 á framsýningini "Outsidere". Asger Jorn metti Ovartaci at vera ein av förandi listamonnunum í Evropa.
Ovartaci trúði uppá reinkarna-tión, altso at sálin ferðast frá kroppi til kropp bæði hjá menniskjum og dýrum inntil sálin at enda finnur frið í Nirvana, og hetta er eitt av myndaevnunum hjá Ovartaci. Asger Jorn segði einaferð við Ovartaci, at um hann kom við honum til Paris, kundi hann gera hann til milli-óning uppá ein dag. Ovartaci svaraði, at hann hvörki vildi verða millióningur og ei heldur fara til París. Sögan um van Gogh, sum skær oyralippuna av sær og sendi hana til eina horu er væl kend. Sögan um Ovartaci er enn meira skakandi. Hann vamlaðist við tann mannliga seksuali-tetin og fór ein dagin á verk-staðið og skar murtin av sær, tí hann vildi vera kvinna. Ein slík gerð verður bert gjörd av einum vissuliga svakum persóni. Ovartaci forguðaði kvinnuna og hevur gjört nógvar myndir av kvinnum.
Ein lækni lýsti Ovartaci nakað soleiðis: málningarnir hjá honum eru sterkir við teirra litsamansetningum. Hann málar ofta uppá báðar síðurnar av pappírinum, hann hevur eitt lívligt hugflog og myndaevnini eru oftani frá innaru upplivingum. Hann livir sterkt via sínar litir. Hann hevur nógv av gulum litum og hetta er tekin um nakað gott, livandi og heitt, meðan reytt er hatursins litur. Hann hevur nógvar hallusinatiónsupplivingar um verurnar hinumegin. Undir hallusinatiónunum kann hansara andlit verða hvast og óhugnaligt, men vanliga er hansara andlitsbrá opið og vinarligt og sterkt kensluborið. Hann er ikki heilt ólíkur einum profeti.
Fyrstu ferð eg hoyrdi um Ovartaci var á Statshospitalinum, tá ið ein sjúkrasystir lænti mær eina bók um psykist sjúkar listarmenn. Henda sjúkrasystirin hevði sæð Ovartaci listasavnið í Aarhus og segði, at tað var heilt fantastiskt. Myndahöggarin Andrias Andreasen hevur eisini sæð savnið, og somuleiðis leikstjórin Eyðun Johannessen. Eg havi tíanverri ikki sæð hansara myndir í veruleikanum, men eg havi eina áhugaverda bók um hann. Henda bók inniheldur eina röð av samröðum ímillum Jóanes Nielsen, sum hevur skrivað bókina, og Ovartaci, og hartil eitt úrval av myndum. Hetta er stundum heldur ótespuligur lesnaður, har Ovartaci m.a. greiðir frá um síni fyrrverandi lív, har hann er dripin fleiri ferðir, hevur verið uppi á mánanum, og hevur verið fuglur, puma, menniskja og alt möguligt annað. At Ovartaci var óður í hövdinum er eingin ivi um. Langar hendingaríkar sögur fylgja við hvörji einstakari mynd, sum er avmyndað í bókini. Ovartaci skapti sín egna heilt serliga stíl, sum ikki líkist nökrum öðrum listamanni, og sum heldur ikki kann setast í bás innan nakra ávísa listagrein ella rák. Myndirnar tala fyri seg. Hann málaði ofta sína heilt egnu mennsikjarasu, oftast kvinnur við djúpt andaligum yvirnáttúrligum úttrykki og sum eru líka so nógv andaligar verur sum menniskju og til aðrar tíðir eitt bland ímillum dýr og menniskju.
Ovartaci droymdi einaferð um, at hann var ávegis inn í Nirvana, tann budistiska himmalin. Hetta var ein fjálgur dreymur og hevur hann endurgivið hetta í einari mynd. Í myndini sær ein sveimandi sálir ávegis yvir um havið ímóti tí kosmiska sólljósa Nirvana býnum meðan ein störri sveimandi sál er ávegis vekk úr Nirvana ímóti einum myrkum magnetiskum fjalli, har summar sálir hava tað betur. Í Nirvana hevur mann tað sum í dreymi sera gott. Henda myndin hevur ein sterkan andaliga stemning, og í bókini sigur Ovartaci, at hann í einum av sínum fyrrverandi lívum sá Jesus blíva krossfestan, og hann sigur, at tað var tí at Jesus var kannibalur og skar armar og bein av sínum offrum, og víðari sigur hann, at Judas meldaði hann og Jesus bleiv krossfestur meðan Judas forgjørdi sær.
Einaferð skuldi Ovartaci gera eina mynd av Jesus til eitt kapell, men so hoyrdi hann Jesus siga við hann, at hann ikki vildi avmyndast, og tí málaði Ovartaci okkurt annað útyvir.
Ovartaci prátar um Buddah sum tann stórsta profetin nakrantíð og at Nirvana, tann buddistiski himmalin er oman fyri bæði tann muhammedanska og kristna himmalin. Nirvana er tann fasta oyggin har ið sálin finnur tann endaliga og veruliga friðin og kann avgera um hon vil endurföðast ella ikki. Summar sálir sova í túsund ár inntil tær blíva vaktar.
Ein mynd kallast flammumenniskja og tað er ein longri søga aftan fyri hesa mynd, har Ovartaci í einum av sínum fyrrverandi lívi arbeiddi í einari stoypismiðju við Limfjørðin. Eldovnurin sigur við hann at hann er brotsmaður, men um hann loypir í eldin verður hann reinsaður, tí eldur reinsar syndirnar vekk. Hann loypir í eldin og verður partur av eldsins anda. Ovartaci prátar um flammumenniskju, menniskju við entusiasmu og eldhuga, keðilig menniskju hava jú onga flammu ella eldhuga. Tá ið eitt menniskja flammar, fer talan sum flammur úr munninum, sum t.d. hjá Gandhi. Myndin ?flammumenniskja? er í sterkum litum.Eisini eru tvær myndir av tveimum pumakettum. Ovartaci greiðir frá, at hann var í himmalinum, men bleiv forbannaður og endurföddur sum puma. Onnur mynd kallast kvinnur við fótin til trappu himmalsins. Ovartaci hevur málað eina parafrasu eftir einum indiskum málningi. Vit síggja fleiri kvinnur soleiðis sum Ovartaci málaði tær á sín heilt serliga hátt. Og mitt eftir myndini er ein hvít trappa og fleiri hvítar kvinnur í himmalinum, sum er umgyrdur av bláari rúmd frá tí jörðiska upp í tað himmalska og andaliga. Hetta er ein sera sterk og poetisk mynd.
Ein onnur líknandi mynd sær man fleiri naknar kvinnur liggja við strondina aftanfyri grasbakkan meðan børnini taka ímóti sólarhitanum. Ovartaci tosar um at Guð býr í sólini, og hetta fær meg at hugsa um eitt lag hjá Pink Floyd, ið kallast "Setting the controlls for the heart of the sun" av teirra bestu, djúpastu og mest ekstremu plátu "Ummagumma" frá 1969. Hjartað hjá sólini er eitt spennandi tema eins og sólin í hjartanum hjá menniskjanum.
Kvinnulandsbygd í Mexico eitur ein avlong mynd, har vit síggja eitt torn fremst og fleiri bygningar og blá luft. Mánin er málaður sum eitt portrætt av Guði sum hyggur niður yvir jörðina og eygleiðir tað, sum hendir. Rúmið er væl málað, ein merkir avstand og vídd. Eg dugi illa at tulka og seta orð á, hvat myndirnar hjá Ovartaci snúgva seg um. Tær liva sítt egna lív. Men hansara kvinnur eru ser-merktar og líkjast ikki vanligum kvinnum, so lat okkum bara kalla tær Ovartaci kvinnur, tær eru ikki til í veruleikanum men bert í hugflogi og universi Ovartacis. Ofta er ein samanrenning ímillum dýr og menniskju og holdið og andin eru altíð endurgivin í einum framúr koloristiskari litveru, sum var heilt hansara egna.
Sum listamaður var Ovartaci framúr poetiskur, ein einari og outsidari men samstundis stílskapari og teir eru rættuliga sjálvsamir at finna í dag.