Ein svár tíð hjá sóknarprestinum Hans Eiler Hammer og familju hansara er av. Hans Eiler Hammer upplivdi sum sóknarprestur í Berlevaag í Noregi at vera skuldsettur fyri at hava sent ónærisligt sms til dóttrina. Nú eru næstan allar skuldsetingar tiknar aftur. Løgreglan er komin til, at har er ikki grundarlag fyri at reisa ákæru og vil geva Hans Eiler Hammer eina bót. Eina bót, sum hann undir ongum umstøðum fer at góðtaka, tí ákæruvaldið hevur ikki nakað prógv í málinum. Tí endar málið í rættinum.
-Hetta hevur verið ein ræðulig tíð, og Gud viti, um børnini sleppa uttan mein burtur úr hesum, sigur presturin, sum nú sigur sína søgu. Hann mælir samstundis fjøðlmiðlunum í Føroyum til at geva teimum frið, soleiðis at tey kunnu byrja av nýggjum. Børnini hava brúk fyri stuðli og umsorgan og ikki almennari umtalu, sum skaðar meir enn hon gagnar.
Tað var hósdagin 22. apríl í ár, og prestahjúnini Hans Eiler og Linda Hammer gingu heima og fyrireikaðu felags 40 ára føðingardagin, tey ætlaðu at halda kvøldið eftir.
Ein bumba
- Tað kom sum ein bumba, tá ið politiið og barnaverndin komu á dyrnar. Hvørki okkara var handtikið, men politiið kom og skuldsetti meg, og hald varð lagt á allar átta telefonirnar og seks fartteldirnar, sum vóru í húsunum.
Barnaverndin fór av stað við trimum teimum yngstu børnunum. 15 ára gamla dóttirin fór á eitt ungdómssentur, og tey yngru til eina pleygufamilju í eini grannabygd.
Fýra telefonir fingu tey aftur sama kvøld, og hitt kom so við og við. Tey fingu at vita, at telefonirnar vórðu kannaðar meir enn tvey ár aftur í tíðina.
Aftaná er komið alment fram, at einki var at finna hvørki á telefonunum ella í teldunum .
- Eg segði tað við tey beinanvegin, at har var einki at finna. Vit hava einki at dylja, sigur Hans Eiler Hammer.
Bæði børn og foreldur vórðu avhoyrd, men tey høvdu einki at upplýsa.
Í fyrsta umfari hevði Hans Eiler Hammer onga hóming av, hvør upprunin var til alt hetta, men tað funnu tey útav.
Ein maður vísti fyri henni
- Tá ið elsta dóttir okkara var smábarn, vórðu hon og tvey onnur børn einaferð úti fyri, at ein maður í Klaksvík vísti fyri teimum, og tað hevur givið dóttrini mein. Meðan vit enn búðu í Klaksvík, hevði hon mangan marruna av hesum. Summatíðir hevur hon verið heilt langt niðri og havt tað ringt sálarliga. Skúlin visti, at hon hevur tað so, og tá fekk hon frið til at sita einsamøll, sigur Hans Eiler Hammer.
Ein dag í apríl sat hon aftur fyri seg sjálva, og lærarin vildi vita, hvat bagdi. Hon var tung í huga, svaraði gentan.
Flokslærarin fór tá til heilsusystrina, og tey høvdu eina samtalu við gentuna.
- Hon varð tráðspurd, og tey vístu til eitt mál í Føroyum, sum einki hevði við hetta at gera, sigur Hans Eiler Hammer.
Tey vildu eisini vita, um hon ella nakað av hinum systkinunum varð sligið heima, og gentan, sum var hart kroyst, fortaldi, at tað einasta var, at mamman eina ferð hevði flongt tann yngsta beiggjan. Nei, pápin hevði ongantíð gjørt nakað.
SMS-ið
Gentan kom tá at nevna, at pápin eina ferð hevði sent henni eitt sms.
Og so fór øll myllan í gongd.
Hans Eiler Hammer sigur, at eisini heima vildi gentan viðhvørt bara vera einsamøll á kamari sínum.
Eina nátt sendir dóttirin pápa sínum eitt sms um, at nú var aftur galið. Hon kláraði ikki meira.
- Eg skrivaði aftur og spurdi, um eg skuldi koma inn at leggja meg hjá henni. Hetta tulkaði barnaverndin sum kynsligt misbrúk, sigur Hans Eiler Hammer.
Hann heldur tað vera púra óhoyrt, at heilsusystirin ikki kannaði, hvat lá aftan fyri, at hon hevði tað so ringt. Og at tey ikki vendu sær til foreldrini.
Tey fingu avrit av frágreiðingini, har var einki sagt um nakran kynsligan ágang. Har varð nevnt, at heilsusystirin hevði verið bangin um gentuna leingi, men heilsusystirin tosaði tó ongantíð við foreldrini um hetta.
- Haraftrat varð gentan avhoyrd av politinum uttan nakran hjásitara, og hon slapp ongantíð at lesa frágreiðing sína. Tá var hon einans 15 ár. Hvar er rættartrygdin? spyr Hans Eiler Hammer.
Gentan knúst
Gentan var í pulvuri av øllum hesum og helt tað vera hennara skyld, at pápin varð skuldsettur, og systkini tikin úr heiminum í næstan tveir mánaðir.
- Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu hon hevði tað hesa tíðina. Men læt meg undirstrika, at vit á ongum sinni vóru óð inn á dóttir okkara. Hon er eftir okkara tykki blivin misskilt og missbrúkt av rættartrygdini í samfelagnum. Tað er heilsusystrin fyrst og fremst, sum hevur svikið sína uppgávu og síðani fleiri við henni.
Aftaná fekk gentan hjálp og fekk tað betri. Ta hjálpina útvegaði barnaverndin ikki, men foreldrini sjálv.
Í summar valdi familjan hjá Hans Eileri Hammer at flyta aftur til Føroya. Tey eiga hús á Nesi. Hans Eiler Hammer flutti ikki heim í fyrsta umfari, og elsti sonurin er í útbúgving í Noregi.
Seinast í august bleiv dótturin brádliga sjúk og varð beinanvegin send úr Føroyum á Ríkissjúkrahúsið.
- Gentan varð beinanvegin løgd undir skurð fyri høgt trýst í høvdinum. Nú vísir tað seg, at hon hevur borið uppá eina sjúku í fleiri ár sum kallast IIH. Hetta er ein sjuka, sum hevur sera mong sjúkueyðkenni, sum vit kenna okkum sera væl aftur í. Læknarnir siga, at sjukan hevur brotið út av einum heilivági, hon hevur fingið frá læknanum i Berlevaag fyri húðtrupulleikar. Hon hevði eitt trýst uppá 43, aftaná at hon var skurðviðgjørd fyrstu ferð, tað skal liggja á umleid 15. Hon hevur tað gott í dag, sjálvt um hon hevur fingið ein varandi eygnaskaða, sum hon má liva við og ein ventil í høvdið, sum skal halda trýstinum niðri. Men vit eru takksom fyri, at hon hevur fingið ta hjálp, sum henni tørvaði, og at hon nú er í góðum og tryggum læknahondum. Sjálvt um sjúkan hevur givið okkum mong svar uppá mangar spurningar, so er tað eisini svárt at vita, at hon mátti ígjøgnum hetta vegna skeiva læknaviðgerð. Men hesum taka sakførarar okkara sær av í løtuni!
Ein ræðulig tíð
Hans Eiler Hammer sigur, at tað var ein ræðulig tíð, tá ið børnini vóru frátikin teimum. Tey kundu fara til bygdina, har børnini vóru og vera saman við teimum ein dag av og á.
- Vit livdu tá næstan sum flóttafólk, feraðust aftur og fram og hildu nógv til í eini smáttu, sum vit eiga uppi í fjøllunum.
Rættarskipanin í Noregi er ikki tann sama sum okkara.
Málið kom fyrst fyri í eini fylkisnevnd, sum í fyrsta umfari gav barnaverndini viðhald. Nevndin segði, at foreldrini vóru so illa fyri, at tey ikki vóru før fyri at taka sær av børnunum.
Aðru ferð kom fylkisnevndin til heilt aðra niðurstøðu. Barnaverndin fekk av at vita, tí hon hevði ikki heimild til at taka børnini, segði fylkisnevndin.
Annars setti barnaverndin ein serkønan sálarfrøðing at tosa við familjuna, og hesin sálarfrøðingur helt ikki grundarlag vera fyri at taka børnini frá foreldrunum.
- Hon skrivaði eisini, at hon sjáldan hevði sæð so stóran kærleika millum børn og foreldur, og at elsta gentan als ikki mátti fara burtur frá foreldrunum, sigur Hans Eiler Hammer.
Hevnd
Hans Eiler Hammer hevur alla hesa tíðina hugsað aftur og fram um, hvat alt hetta skuldi til. Tað verður tó bara til gitingar, ið ikki kunnu prógvast.
Hann heldur tað vera mest sannlíkt, at málið snýr seg um hevnd ella takkarløn.
Tað kann vera trupult at vera prestur í eini lítlari bygd.
Sum hjásiti hjá eini kvinnu í einum rættarmáli kom hann upp á tvørs av einum manni, hvørs pápi var besti vinur við formannin í barnaverndini. Kvinnan fekk viðhald, og hinum báðir høvdu rópt eftir Hans Eiler Hammer, at hetta fóru teir ikki at gloyma honum. Vinmaður formannin í barnaverndini hevði eisini sagt, at hann visti alt um Hans Eiler Hammer, og at seinasta orðið ikki varð sagt enn. Hesin sami maður eigur eisini tær myndirnar, sum vóru at síggja á øllum vikubløðum, tá hetta málið kom alment út.
Framtíðin óviss
Meðan tey øll vóru saman heima í summar, høvdu tey stundir at hugsa um, hvat framtíðin hevur at bjóða.
- Tað styrkti meg nógv, at kirkjuráðið í Berlevaag einmælt samtykti at stuðla meg fult og heilt, og tað sama hava bæði bispur og próstur sagt alment. Hevði tað ikki verið, hevði tað verið trupult at hildi áfram í Berlevaag, sigur Hans Eiler Hammer.
Familjan hevur trivist ógvuliga væl í Berlevaag, har náttúran er so stórbar. Summi av børnunum toldu tó illa fullkomna myrkrið um veturin, men tað var til at liva við.
- Børn, sum uppliva slíkt, sum okkara børn hava upplivað, verða merkt fyri lívið. Tey høvdu tað gott í Noregi, men nú tey hava verið heima, høvdu tey yngstu lítlan hug at fara avstað aftur. Minnini eru so ring.
- Tað er meira enn margháttligt, at eg sum stovnari av Kris, skuldi verða lagdur undir at fremja kynsligan ágang móti børnum. Og vit, sum hava lagt so nógva orku í at læra børn okkara at seta mørk, sigur Hans Eiler Hammer.
Kirkjuráðið í Berlevaag hevur saman við tí kirkjuligu leiðlsuni biðji hann um at halda fram sum prestur í Nord Hålogaland bispadømi, men nú hevur hann tikið endaliga støðu um at flyta heim og hevur tí sagt seg úr starvi og hevur enntá fingið besta skoðsmál frá sínum núverandi arbeiðsgevara. Familjan vil helst vera í Føroyum.
Hans Eiler Hammer hevur ikki hug í løtuni at søkja nakað prestaembæti aftur í Føroyum.
- Nú eg komi heim aftur, fari eg fyrst og fremst at hava ein langa feriu og halda jól saman við familjuni fyri fyrstu ferð í 13 ár uttan at skula til arbeiðis. Annars fari eg væntandi at gera okkurt heilt annað, sigur hann. Eg vóni í øllum førum ikki, at hetta málið skal forða mær í at fáa eitt starv í Føroyum, nú eg komi heim aftur, tí bæði útbúgving, royndir og skoðsmál eru góðar sigur Hans Eiler Hammer.
Á Bønarinnar veingjum
Til jólar 2008 gav Hans Eiler Hammer út bókini “á bønarinnar veingjum” hvørs heitið skuldi vísa seg at geva nýggja meining fyri Hans Eiler og familjuna. Hann sigur, at tað hevur verið sera styrkjandi at uppliva, hvussu mong hava borið tey á bønarinnar veingjum hesa tíðina. Kirkjulið og samkomur og einstaklingar bæði í Føroyum, Noregi, Onglandi og aðra staðir hava luttikið í eini umfatandi forbønartænastu. Tað eru vit sera takksom fyri, sigur Hans Eiler Hammer.