Reinsifisk heldur enn kemisk evni

- Størsta avbjóðingin hjá okkum verður at halda nótirnar reinar, sigur fiskadjóralækni.

 

Ráðstevna um reinsifisk varð fyrr í vikuni hildin í Noregi, har umleið 190 fólk luttóku. Millum luttakararnar vóru eisini nakrir føroyingar.

 

- Áhugin fyri at basa laksalús biologiskt er rættiliga stórur.

 

Tað sigur Andrass Strøm, fiskadjóralækni, sum var ein av føroyingunum, ið luttóku á ráðstevnuni í Noregi um reinsifisk.

 

- Føroyski áhugin snúði seg mest um rognkelsi sum reinsifisk. Men, tosað varð eisini nógv um onnur fiskasløg, sum eitt nú leppefisk, ið norðmenn eisini brúka í sínum royndum at sleppa undan at basa lúsini við kemiskum evnum.

 

Andrass Strøm sigur við heimasíðuna hjá Fiskaaling, at á ráðstevnuni kom fram, at norðmenn eru ikki komnir so nógv longri við síni gransking á hesum øki, enn føroyingar eru.

 

- Trupulleikarnir hjá norðmonnum tykjast at vera teir somu sum hjá okkum, eitt nú at fáa størri nøgdir undan av tí, sum klakt verður, og sum sett verður út í ringarnar.

 

Fiskadjóralæknin heldur, at tann allar størsta avbjóðingin hjá okkum føroyingum verður at halda nótirnar reinar.

 

Andrass Strøm vísir á, at er nótin, sum rognkelsið verður sett í saman við laksi, ikki er gullrein, legst rognkelsið at eta burtur av vøkstrinum.