At fótbóltur kann vera annað enn bara eitt spæl, skilst á øllum brøgdum, nú reint »fótbóltskríggj« er brostið á millum Egyptaland og Algeria. Ófriðurin eftir teir báðar dystirnar millum londini um eitt atgongumerki til HM í Suðurafrika, hevur Egyptaland kallað sendiharra sín í Algeria heim. Egyptar leggja sum grund tað, teir kalla algerisk álop á egyptarar og egyptisk áhugamál í bæði Algeria og Sudan, har avgerandi dysturin var spældur mikukvøldið. Egyptaland, sum tapti at enda, hevur nú tikið seg úr norðurafrikanska fótbóltssamstarvinum.