Meinhardt Joensen hevur einki mál latið inn í trimum teimum fyrstu dystunum hjá KÍ í Betrideildini, og KÍ hevur vunnið allar og er einsamalt oddalið við fullum stigatali, níggju stig.
Meinhardt Joensen heldur, at KÍ hevði gott tamarhald á støðuni størsta partin av dystinum, tá liðið vann torføran 1-0 útisigur ímóti Suðringum við Stórá í Trongisvági.
Meinhardt Joensen staðfestir, at tað er ein sonn frægd at verða partur av einari sterkari verju, og einum liði har allir stríðast fyri sakini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við Meinhardt Joensen á Rás2 fyrr í kvøld.
Samrøðan Rás2 gjørdi við Stefan Radosavljovic hjá TB/FCS/Royn hoyrist HER