Vatnskipanin hjá Tvøroyrar kommunu er undir eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og í hesum sambandi verða vatnroyndir tiknar regluliga.
- Umframt at taka royndir av vatnverkunum verða eisini royndir tiknar á virkjum eins og stakroyndir millum býlingshús. Eisini verða royndir tiknar av vatninum, áðrenn tað fer inn í reinsiverkið. Soleiðis verður alla tíðina fylgt við vatngóðskuni, og hvussu væl skipanin virkar.
Lagt verður aftrat, at síðani januar 2014 hava ikki verið staðfestar bakteriur í drekkivatninum, og kann sostatt staðfestast, at tað arbeiði, ið hevur verið prioriterað seinastu árini við at finna og útilokað, at óreinsað vatn kemur inn í skipanina, hevur givið úrslit.
- Við nýggju vatnveitingini eftir Brekkunum-Sjógøtu-Tvørávegur og samanbindingini Traðarvegur-Sornhúsvegur verða nú møguleikar at veita vatn út á havnarlagið, uttan at hetta nervar privatu húsarhaldini.
Tvøroyrar kommuna veit at siga, at tað fer eisini at bera til at arbeiða uppá vatnleiðing uttan at bróta av til allan býin.
- Smáir tveir kilometrar av høvuðsvatnleiðing eru lagdir niður fyri at røkka á mál. Viðlíkahald av vatnnetinum kemur tó ongantíð at halda uppat. Umframt lekar í samband við gomul jarnrør kemur eisini í framtíðini at verða viðlíkahald av nýggjaru plastikk (PE) leiðingunum.
Tvøroyrar kommuna veit at siga, plast niðurbrýtist skjótari enn áður hildið. Rørveggirnir gerast veikari og koma ikki at klára trýstið í longdini.
- Fyrstu plastleiðingarnar, ið vóru lagdar niður, mugu í dag roknast at hava mist 30% av upprunaligu styrkini og eru í summum førum klárar til útskifting, vita tey á Tvøroyri at siga.