Valið er av, samgonga er skipað og Javnaðarflokkurin situr enn í andstøðu. Ein støða, sum formaður floksins neyvan er nøgdur við, kanska serliga tá hugsað verður um hvussu stóra framgongd flokkurin fekk til hetta valið. Men sum fyrsta "formanstelvingin" í føroyskari politiskari søgu formaði seg, so var tað Jóannes Eidesgaard, sum kom at sita við tí stytsta stránum, tá avtornaði og flokkurin endaði í andstøðu saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum.
Í einari viðmerking til tað sum í samgonguskjalinum stendur segði Jóannes Eidesgaard við Sjónvarpið í kvøld, m. a. um tann ríkisrættarliga partin, at tann parturin fyllir ikki so nógv, men hann rúmar kanska meir enn hann fyllur.
- Men tað sum eg fyrst leggi til merkis er, at fólkaatkvøðan, sum Tjóðveldisflokkurin hevur livað uppá síðan 1948 sambært hetta samgonguskjalið er annulerað, tí vit skulu hava eina nýggja fólkaatkvøðu. Eg haldi tað er keðiligt fyri Tjóðveldisflokkin at konstatera, at man hevur livað uppá eina lygn í øll hesi árini.
- Annars er tað eitt annað, sum harmar meg, og tað er henda "forfeingiligheitin", sum er í sjálvstýrispolitikki, at teir hava ein tørv fyri at proklamera eitt ella annað, telur meira enn tað at fáa veruligan sjálsavgerðarrætt í føroyskum viðgerarrætt. Tí eg síggi, at mann vil fegin taka øll mál heim úr Danmark ein fyrrapart, fyri síðani at senda tey aftur til Danmark ein seinnapart, við tí vanda, at danir tá kunnu koma at krevja, at vit skulu gjalda teimum fyri tænastuna.
Jóannes Eidesgaard saknar eisini eina útrokning av hvør tan fíggjarliga avleiðingin verður:
- Eg fýlist á, at tað er gjørt ov lítið fyri at vísa á hvat tað inniber reint fíggjarliga. Eg veit at tað er ikki lætt, men ambitiónsniveauði kann lættliga koma so høgt upp, at tann føroyski bøuskapurin ikki tolir tað. Skulu vit avviklað blokkin, skulu vit gjalda høg gjøld fyri sjóverju, dómsvald og útbúgvingar í Danmark, tað er talan um fleiri hundrað milliónir, so koma vit út í fíggjarligt óføri um vit ikki gera tað undir meira skipaðum forholdum.
Annars heldur hann at ein stórur partur av teimum lutum, sum nevndir eru í samgonguskjalinum eru við í sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum.
- Munurin er bara tann, at vit høvdu gjørt tað undir meria kontrolleraðum ella skipaðum forholdum, enn hetta tykist verða.
Spurdur um hvat Javnaðarflokkurin nú fer at gera, segði Jóannes Eidesgaard, at teir sum størsti andstøðuflokkur fara at føra ein konstruktivan andstøðupolitikk.
- Eg vóni at vit fáa loyvi til at verða við í arbeiðinum um broytingar í teimum ríkisrættarligu viðurskiftunum, tí tað vilja vit fegin. Vit vilja hava broytingar.
- Men tað er eitt sum undrar meg serliga nógv í hesum samgonguskjalinum og tað er, at vit ikki yvirtaka bankaeftirlitið. Fíggjareftirlitið hevur so ruddiliga spælt fallit, men tað skal framvegis vera danskt eftir at teir hava samráðst í fýra døgn. Tað vildi eg mælt til var eitt tað fyrsta vit yvirtóku.
Annars heldur Jóannes ikki so nógv um eginleikarnar hjá Tjóðveldisflokkin at samráðast, tí fingramerkini hjá tí borgarliga Fólkaflokkinum síggjast ov væl í samgonguskjalinum.
- Her er øgiliga nógvur borgarligur politikkur, og tað kemur at krevja ein virknan Javnaðarflokk á tingið. Eg síggi,, at teir bæði vilja hava fólkatrygging, frískúlar, arbeiðsrætt, broytt lógina um arbeiðsumhvørvi og man vil hava privatisering av Strandferðsluni. Tað vil siga at hetta er meiri reindyrkaður borgarligur politikkur enn vit hava sæð leingi í føroyskum politikki. Og tað kemur at krevja ein virknanjavnaðarpoltikk á tingið og tað fara vit at gera.