Reisa minnisvarða yvir skaldið úr Hørg

Ætlanin er nú at reisa minnisvarða yvir Poul F, sum skal standa úti í Froðba

Nú er ætlanin at reisa minnisvarða yvir eitt av okkara fremstu og mest umstrídddu skaldum. Tað er Poul F. Joensen, sum nú verður heiðraður við minnisvarða.
Arbeiðið at gera minnisvarðan er komið rættiliga væl áleiðis og ætlanin er, at hann skal reisast einaferð í ár.
Poul F., sum hann vanliga verður nevndur, var sumbingur og viðhvørt verður hann eisini nevndur hargaskaldið. Men tað var í Froðba, at hann livdi og virkaði tað mesta av ævini og tað verður eisini í Froðba, at minnisvarðin fer at standa.
Tað er Lions Klubburin í Suðuroy, sum hevur tikið stig til at reisa hendan minnisvarða og sum hevur savnað inn pening til endamálið.
Hetta er ein ætlan, sum hevur verið á veg leingi. Tað eru nøkur ár síðani, at stig vórðu tikin til at reisa minnisvarðan yvir Poul F, men arbeiðið var mestsum lagt stilt altíð, tá ið tað frættist, at eisini sumbingar arbeiddu fyri at reisa honum minnisvarða.
Men tá ið onki hendi, tók Lions Klubburin málið uppaftur og í eini tvey, trý ár hevur verið arbeitt við at gera tað til veruleika, sigur Leivur Nygaard, forseti hjá Lions í Suðuroy.
Ein sera vakur steinur varð funnin í haganum og ógvuliga hóskandi er steinurin funnin í haganum í Sumba. Síðani er steinurin fluttur norður á Strendur til Árna Ziska, steinhøggara, sum ger minnisvarðan. Nordisk Metalkunst hevur stoypt eina andlitsmynd av Poul F., sum er sett á steinin. Somuleiðis skal Árni Ziska høgga tekst inn í steinin. Teksturin er eitt mergjað ørindi eftir Poul F.
Komið er væl áleiðis við steininum. Men hann vigar eini fimm seks tons, so hann liggur úti. Og í regni liggur illa fyri at málað í stavirnar, sum eru høgdir inn í steinin og tí eru tað bara løtur nú í vetur, at tað er arbeiðandi.
Tó er væntandi, at steinurin verður liðugur einaferð tíðliga í vár. So er eftir at fáa hann suður, men ætlanin er avgjørt at reisa minnisvarðan í ár, kanska í sambandi við jóansøkuna á Tvøroyri, sigur Leivur Nygaard.
Steinurin skal standa við Sjógøtuna úti á Hamri í Froðba.