Reisigildi
Tað hevur tikið sína tíð, og í øllum førum munnu tey í Kollafirði halda, at tað nú er nokk tosað um at byggja ítróttarhøll í bygdini.
Longu tá samanleggingin við Tórshavnar Kommunu varð veruleiki, skuldi arbeiði verið farið ígongd, men av ymsum ávum hevur hetta alla tíðina drigið út.
Í ár er tó verulig ferð komin á málið. Ein lokalur bólkur varð settur, sum í tøttum samstarvi við Býráðið skuldi fyrireika alt arbeiðið, og síðani hevur gingið skjótt.
Fegin formaður
Og tað er einki at dylja, at tað er ein fegin Heðin Mortensen, sum nú kann staðfesta, hvussu væl arbeiðið nú er komið áleiðis.
Ikki minst tykist hann leggja dent á, at kollfirðingar við nýggju høllini ikki bara fáa eina ítróttarhøll, men ein savningardepil fyri alla bygdina, har tiltøk av alskyns slag kunnu hýsast.
- Hartil verður hetta eisini gjørt sum ein partur av skúlaútbyggingini, og tá alt hetta er liðugt, so skuldu kollfirðingar havt ein skúla, sum fult og heilt livir upp til tey krøv, sum nýggja fólkaskúlalógin fyriskrivar.
Kostnaðurin av høllini verður mettur til at liggja um 15 mió kr., men hóast hetta kann tykjast nógv, so er einki sum bendir á, at hetta verður seinasta høllin í kommununi í hesum umfarinum. Í øllum førum tykjast tankarnir hjá formanninum í byggi- og býarskipanarnevndini og mentamálanevndini at venda tann vegin, at ein ítróttarhøll á Argjum/Vesturbýnum verður tað næsta á skránni.