Reistrup staðfest sína støðu

Sambært Gaffa hevur Høgni Reistrup staðfest sína støðu sum ein føroyskur úrmælingur við fløguni ?Trý fet frá tilveruni? Erik Barkman, ummælari á donsku tónleikasíðuni gaffa.dk, gevur nýggju fløguni hjá Høgna Reistrup góð skoðsmál.

- ´Trý Fet Frá Tilveruni´ giver ikke ved dørene, men bekræfter Reistrups status som et færøsk talent ud over det sædvanlige, skrivar ummælarin.

Barkmann vísir á, at Høgni Reistrup hevur ikki valt lættastu loysnina, tí fløgan er ?blottet for billige stadiontricks?, sum ummælarin tekur til.

- Ikke alene synger han altid på færøsk, han insisterer også på at lade sine sange vokse organisk fra fødeøens mørke muld, skrivar Erik Barkman.

Fløgan fær fýra av seks møguligum stjørnum, hóast ummælarin ikki vísir beinleiðis á trupulleikar við fløguni.

 

Lesið ummælið á: gaffa.dk/anmeldelse/38014.